Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá vinstru: Brynjar Levi Stóra, Villiam Meier, Ásgerð Stenberg Olsen, Jógvan Jón Henriksen, Jóhannis Erlendsson, Marta Djurhuus Hammer, Tinna Andriasardóttir Jacobsen, Anna Maria Venned, Bjørg Hoydal Brimnes Krista Krossá Johansen vantar á myndini

Unga Tjóðveldið nýggja landsnevnd

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.05.2023 - 07:09 Politikkur Tíðindaskriv

Vit gleðast um, at vit hava fingið eina stóra og fjølbroytta landsnevnd, sum hevur limir úr fleiri økjum í landinum, og sum er væl umboðað av báðum kynunum.

Hin 22. Apríl hevði Unga Tjóðveldið landsfund, har nýggj landsnevnd var vald. Nevndin sær nú soleiðis út:

 

Jóhannis Erlendsson, formaður

Marta Djurhuus Hammer, næstforkvinna

Jógvan Jón Henriksen, kassameistari

Tinna Andriasardóttir Jacobsen, skrivari

Ásgerð Stenberg Olsen, nevndarlimur

Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur

Brynjar Levi Stóra, nevndarlimur

Villiam Meier, umboð fyri Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið

Anna Maria Venned, tiltakslimur

Krista Krossá Johansen, tiltakslimur

 

Vit gleðast um, at vit hava fingið eina stóra og fjølbroytta landsnevnd, sum hevur limir úr fleiri økjum í landinum, og sum er væl umboðað av báðum kynunum.

 

Landsnevndin hevur sett sær nøkur mál, sum vit ætla at leggja serligan dent á komandi árið:

 

Lærlingar og lesandi:

Samfelagið hevur tørv á fólki við yrkisútbúgvingum, og tí er tað sera umráðandi, at vit tryggja lærlingumvirðiligar arbeiðsumstøður og eina løn, sum tey kunnu liva fyri.

Lesandi á miðnámi skulu kunna nýta føroyskt undirvísingartilfar, og tí skal ferð setast á arbeiðið at framleiða hetta. Møguleikarnir fyri hægri lesnaði í Føroyum skulu framhaldandi víðkast. Lesandi undir 18 ár eiga at fáa sama studning sum onnur undir somu útbúgving.

 

Ung á arbeiðsmarknaðinum: Tað hevur sera stóran týdning, at ung fáa eina góða byrjan til lívið á arbeiðsmarknaðinum.

Tí skulu vit tryggja ungum virðiligar arbeiðsumstøður og kunning um rættindi, sáttmalar o.s.fr.

 

Bústaðir: Byggjast mugu fleiri leigubústaðir og alment gagnligir bústaðir. Bústaðarmarknaðurin skal verða fjølbroyttur, við t.d. eigara-, leigu- og lutaíbúðum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…