Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Norðoyastevnuróðurin í ár hevur eyka stóran týdning fyri Klaksvíking

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.06.2023 - 16:31 Ítrottur Tíðindi

(Brot úr Norðlýsinum) - Eftir tapið á Norðoyastevnu í fjør, so hevur Norðoyastevnuróðurin í ár kanska nakað eyka at siga, sigur bátsformaðurin á Klaksvíkingi undan fyrsta FM-róðrinum, har tvey 10-mannafør úr Norðoyggjum væntast at kappast um FM.

Hava nakað at prógva á heimasjógvi

- Eftir tapið á Norðoyastevnu í fjør, so hevur Norðoyastevnan kanska nakað eyka at siga. Vit ynskja at gera upp við tað. Tað er altíð stuttligt at vinna á Norðoyastevnu, tí tað er á heimasjógvi, har flestu av okkara áskoðarum eru. Og so er tað tann fyrsta stevnan, sum altíð hevur nógv at siga. So man er altíð eyka spentur og uppsettur til Norðoyastevnu, serliga tí tað er tann fyrsta stevnan.

- Eg vænti ein sera tættan róður. Tað er trupult at siga, hvør fer at vinna. Vit hava ódnartøk at meta okkum eftir, men vit leggja ikki so stóran týdning í tað úrslitið, tí ein 1000-metur róður er nakað heilt annað. Tað gevur ábendingar. Men vit ætla at vinna, sigur Brandur Kjølbro at enda við Norðlýsið.

Klaksvíkingur hevur vunnið FM níggju ferðir: 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015, 2017, 2021 og 2022.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026