Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ 2023 | Mynd: ki.fo

Spennandi lutakast hjá KÍ í væntu í Champions League

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.06.2023 - 12:13 Ítrottur Tíðindi

20. juni fæst at vita, hvørjum liðið KÍ skal møta í Champions League í summar.

 


32 lið eru við í 1. umfarinum í Champions League. KÍ er millum tey 16, sum ikki eru styrkismett.
Í ástøðinum kann KÍ møta t.d. Slovan Bratislava, Maccabi Haifa ella meistarunum í Turkalandi (mest sannlíkt Galatasaray).

 

 

Siðvenja er, at dagin fyri lutakastið verða liðini koyrd í bólkar eftir landafrøði.

Har tykist mest upplagt, at KÍ fer at fáa ein bólk, har mótstøðuliðið verður eitt av Zalgiris (Litava), HJK Helsinki (Finland), Flora Tallinn (Estland), Shamrock Rovers (Írland) ella The New Saints (Wales).

Tapur KÍ í 1. umfari, so fer KÍ í Conference League at spæla. Lutakastið verður 20. (Champions League) og 21. juni (Conference League).

 

Virði á hópunum sambært Transfermarkt:


€8.00m: Zalgiris
€6.70m: HJK Helsinki
€4.54m: Flora Tallinn
€3.93m: Shamrock Rovers
€2.68m: KÍ
€2.05m: The New Saints

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…