Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør betalur fyri at Eysturoyartunnilin er stongdur?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2023 - 14:35 Tíðindi

Tað var ein sólskinssøga, tá ið Eysturoyartunnilin gjørdist veruleiki. Væntað varð upprunaliga við at Eysturoyartunnilin fór at verða ein so góð íløga, at peningur fór at leypa av, so yvirskotið skuldi vera við til at fíggja Sandoyartunnilin.

Tó hevur tað ikki júst gingið, so sum prestur hevur prædikað, men tó so, so hevur Eysturoyartunnilin verið fantastiskur fyri framburðin í okkara oyggjalandi. Fleksibiliteturin er øktur munandi og vinnan má njóta gott av broyttu umstøðunum.

Sum øllum kunnugt, so hevur Eysturoyartunnilin givið hall, og hallið verður hvørt ár rindað av Landskassanum. Tað merkir, at eg og tú, gjalda fyri manglandi inntøkurnar.

Nú Tórshavnar kommuna bjóðar inn til bæði mentanarnátt og Tórshavn Maraton - júst sum Norðoyastevna verður hildin - var tað undrunarvert, at eingin slapp at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tí spyrja vit á Norðlýsinum, "hvør mundi gjalda fyri tað"?

Um Tórshavnar kommuna ikki betaldi fyri tað, hvør var tað so?

Og um tað var Eysturoyartunnilin sum betaldi fyri tað, so var tað val sagtans eg og tú, tí størri undirskotið hjá tunnlinum er, meiri má landið rinda fyri tað.

Vónandi fáa vit svar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…