Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stjórin í Pelagos óttast móttiltøk úr Russlandi, nú Landsstýrið hevur í hyggju at seta tiltøk í verk ímóti teimum. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Fatalar fylgjur fyri Pelagos

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2023 - 18:46 Politikkur Vinna

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði, væntar, at Russland fer at svara aftur við móttiltøkum ímóti Føroyum, og tað kann fáa fatalar fylgjur fyri hansara fyritøku, sum í dag útflytur millum 40% og 60% av síni framleiðslu til júst Russlands, eins og tað fær neiligar avleiðingar fyri alla føroyska uppsjóvarvinnu. 

Hóast tað er komið fram, at tølini, sum Landsstýrið grundgav síni tiltøk ímóti Russlandi við hósdagin í farnu viku, eru skeiv, so hevur tað ikki fingið Landsstýrið til at taka aftur ella endurskoða sínar ætlanir um sanktiónir. Uttanlandsnevndin heldur tí fram við at viðgera uppskotið frá Landsstýrinum um heimild at seta sanktiónirnar í verk, uttan at tær verða lagdar fyri samlaða Løgtingið at taka støðu til.

Ein fyritøka, ið verður meint rakt av einum móttiltaki frá russiskari síðu, er Pelagos í Fuglafirði, ið útflytur fisk. Føroysku sanktiónirnar raka gamaní ikki útflutningin í sær sjálvum, eins og tær raka eitt nú føroyskar skipasmiðjur, men tað er óttin fyri aftursvarinum úr Russlandi, sum fær stjóran í Pelagos at biðja Uttanlandsnevndina um at hugsa seg sera væl um enn einaferð. Føroya Reiðarafelag og Verksmiðjutrolarar, Faroe Agency, Mest, Pelagos og Kommunufelagið hava verið á fundi við Uttanlandsnevndina í dag.

Pelagos útflytur í dag millum 40% og 60% av síni framleiðslu til Russlands.

Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, sigur, at í næstu viku verður álitið hjá nevndini um uppskotið frá Landsstýrinum klárt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk