Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hátrýstveður. Tá er luftin vanliga klár, sæst ikki nógv til tey tungu gráu skýggini, sum vit síggja, tá ið lágtrýst eru nær okkara leiðum. Sambært greinaskrivaranum á Veðurstovu Føroya, Jeanne Mangerel, veðurfrøðingi, fara vit at hava hátrýstveður allan juni mánað. | Mynd: Kári Kallsberg

Hvussu verður veðrið restina av juni?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2023 - 09:03 Tíðindi Veðrið

Hvussu leingi fer hátrýstið at liggja? - og ber tað til at spáa veðrið so langt fram?

Hetta eru nakrir av spurningunum, veðurfrøðingar seta sær sjálvur í hesum døgum.

Veðrið í Føroyum er myndað av einum hátrýsti, sum hevur ligið sunnan fyri okkum í nakrar dagar. Veðrið hevur tí verið støðugt við lítlum vindi, hóast veðrið nær einum summarhátrýsti viðhvørt kann arga við skýggjum, támi, sirmi og mjørka.

Tíbetur er skýlagið uppi yvir okkum ikki tjúkt, og tí hevur sólin sæð í nógvum støðum kring landið, tá ið nakað er ligið út á fyrrapartin. Tað eru serliga støðini norðanfyri og eystanfyri, at sólin hevur verið nógv frammi, meðan sunnanfyri og vestanfyri hava tað verið løtur ella dagar við samdrignum lofti og í støðum mjørka.  

Luftrákið hevur yvirhøvur verið vestaneftir, og skýggini fara í upploysn, tá ið tey reka í landnyrðing oman fyri fjøllini.

Sum viðurskiftini eru í lufthavinum í løtuni, so sær tað út til, at vit í Føroyum fara at hava hátrýstveður restina av juni.

Leiðin, har lágtrýstini ferðast, er trýst norðureftir, úr Eysturgrønlandi ímóti norðara parti av Skandinavia.

Í løtum viknar hátrýstið eitt sindur, og tá kunnu veik brúgvaløg úr lágtrýstum fara framvið nær við Føroyar, og um so verður, fara vit bert at merkja eitt sindur við lágum skýggjum og regni í støðum.

Tí kunnu vit rokna við, at veðrið í juni fer at halda fram. Vit fara hava løtur ella dagar við sól, men eisini løtur við skýggjum, támi og mjørka í støðum og bert heilt fáar dagar við regni, um tað verður nakað yvirhøvur.

Síðst í mánaðinum fer luftrákið at vera sunnaneftir, og tá verður tað lýggjari og slavnari luft, sum fer at streyma ímóti okkum. Tá fara tað at vera fleiri skýggj oman fyri okkum og eisini tám og í støðum mjørki.

ECMWF: Frávik í lufttrýtinum í 5oo hPa/uml. 5,5 km fram til 19. juni. Reyðguli liturin vísur, hvar lufttrýstið er størri enn vanligt. Tann blái liturin vísur, hvar lufttrýstið er minni enn vanligt.

Men, tá ið vit tosa um veðrið, so er altíð eitt fyrivarni at taka. Vit vita øll, at óvissan veksur í forsagnunum, longri fram í tíðina vit fara.  

Tó hava forsagnirnar leingi vænta veðrið, vit hava í hesum døgum við høgum trýsti, og at lágtrýstini ganga eina leið eystureftir norðan fyri Føroyar.

Hinvegin, tá ið forsagnir broytast nógv, er óvissan um veðrið størri. Hetta merkir, at sannlíkindini fyri góðum veðri restina av juni mánað eru góð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Lýsing