Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: team-klaksvik.fo

Team Klaksvík fer at luttaka í European League

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.06.2023 - 20:45 Ítrottur Tíðindi

Sum triðbesta lið í Føroyum í fjør hevur Team Klaksvík tikið avgerð um at fara við í Euopean League. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at manslið í Klaksvík fer at spæla altjóða dystir.

Tá Team Klaksvík í kvøld kunngjørdi nýtt venjarapar so bleiv eisini kunngjørt, at Team Klaksvík hevur meldað til European League komandi kappingarár. Óli á Gravarbø er formaður í Team Klaksvík.

- Føroyar eiga fýra pláss, har vit eiga eitt sum nummar trý. Tá haldi eg, at man eigur at kanna, um áhugin er at royna hetta. Vit eru á einari bylgju nú, har hetta passar væl inn ímun til, hvar føroyskur hondbóltur er. Eisini í Klaksvík, har Team Klaksvík veksur og veksur. Men hetta er eisini ein gularót til leikararnar. Tað er ikki fyrr enn hesi seinastu árini, at vit hava fingið góð úrslit. Fíggjarliga veldst um, hvar vit skulu spæla, men tað kostgar helst eini 100.000-150.000 kr. og í ringasta føri nakað hægri. Vit skulu út at skaffa nakað av pengum, men vit hava eisini ein heimadyst. Mær vitandi er hetta fyrsti Evropadystur í mannfólkahondbólti í Klaksvík, so tá vænti eg stóran uppbakning bæði frá norðoyingum og øllum føroyingum. Vanliga eru fleiri áskoðarar til slíkar stórar dystir, sigur Óli á Gravarbø.

Óli sigur, at Team Klaksvík fer at spenna seg út til stóru avbjóðingina. Venjaratoymið verður styrkt við kropsligum venjara og so skal felagið styrkja hópin við nøkrum leikarum.

- Vit skulu eisini í betri venjingarstøðu. Í Føroyum er endaspælið í báðum kappingunum ikki fyrr enn í 2024, men við hesum hava vit nakað veruligt at venja fram ímóti, nú dystirnir verða í oktober, sigur hann.

Góðu úrslitini hja Føroyum síðstu árini gera, at føroysku liðini byrja í 2. umfari í kappingini, og tað merkir eisini, at mótstøðan gert betri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðre…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík