Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sitandi samgonga ein vanlukka fyri Eysturoynna og Runavíkar kommunu

SKRIVAÐ: Kári P. Højgaard  |  19.07.2023 - 10:20 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Eysturoyggin eigur einki umboð í landstýrinum og eg hoyri onga rødd úr samgonguni sum átalar vandamiklu og skeivu gongdina. 

 

 

Áðrenn løgtingsval var ein greiður boðskapur frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Føroyingar høvdu eina moralska og etiska skyldu, at seta álvarslig tiltøk í verk, til tess at stuðla Ukraina, eftir russisku innrásina 24 februar 2022. Formenninir í báðum flokkunum gjørdu greitt at hetta var neyðugt, eisini um hetta skuldi kostað avtaluna, vit hava við Rusland, um fiskiskap Barentshavinum.

Eftir løgtingsvalið varð ikki full undirtøka í Tjóðveldi fyri hørðu tiltøkunum. Tískil bleiv endaliga úrslitið, sum nú er lýst ein partvísur havnastongsul.

Næsta lyfti frá sitandi samgongu var eitt munandi hægri gjald til ali- og fiskivinnuna.

Mín spurningur er: “Hvussu javnt/ójavnt verða økir og kommunur í landinum rakt av teimum tiltøkum, ein meiriluti í løgtinginum hevur samtykt.”????

 

Økta tøkugjaldið

Størsta fyritøkan í kommununi Bakkafrost hevði stórar ætlanir um aling á opnum havi, umframt stórar íløgur á landi. Stjórin hevur áður fráboðað, at um hesar íløgur verða framdar vísa framrokningar, at inntøkurnar til landið fara at økjast áleið 100 milliónir árliga. 

Við økta tøkugjaldinum og hægri skatti, er ikki grundarlag fyri nýggjum váðafullum nýíløgum. Tí kom sum væntað fráboðan frá fyritøkuni, at íløgurnar til nýskapan og menning minka munandi næstu 5 árini, samstundis sum virksemi í Skotlandi verður økt.

Hetta kemur í stóran mun at ávirka føroyska tænastuvirksemi, framleiðarar og veitarar til Bakkafrost.

Eisini stjórin á Hiddenfjord hevur gjørt greitt, at økta tøkugjaldi fer at minka um nýíløgur.

 

Góðskingarvirkið á Bakka

Hóast hoyringar og greiðar fráboðanir og greiningar, at tað fór at fáa sera óhepnar avleiðingar fyri portiónsframleiðsluna og tey 3-400 arbeiðsplássini á Glyvrum, um hædd ikki bleiv tikin fyri góðsking í hækkaða tøkugjaldinum, bleiv uppskotið frá samgonguni trumfað ígjøgnum. Harvið er sambært leiðsluni ógjørligt at gera langtíðarsáttmálar av lidnari vøru, vegna broytingarnar og harvið óvissa kostnaðin av rávøru.

Við hesi lógarbroyting er størsta arbeiðsplássið í kommununi í stórum vanda.

 

Faroe Origin

Hóast tungan rakstur í fleiri ár, hevði felagið ætlanir um endurnýggjan av skipum. 

Nú hevur landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sambært stjóranum á Faroe Origin, við kunngerð tikið makrelkvotuna frá í fjørð virði 30 mió og flutt til felagskvotu. Uttan iva fer hendan avgerð at hava álvarsligar avleiðingar fyri framtíðarvánirnar og tey 100 til 150 arbeiðsplássini í kommununi

 

Runavíkar havn 

Kemur væntandi at missa áleið 6 milliónir vegna russiska havnastongsulin.

Mest skipasmiðjan á Skála og Mest verksmiðjan við virksemi í Runavík, verða eisini hart raktar av russiska havnastongslinum.

 

Fuglafjørður 

missur havnainntøkur og oljusølan frá Effo til russarar fer at minka munandi.

Øktu veiðigjøldini fara eisini at merkjast í kommunukassunum hjá Eystur kommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Vinnulívið er drívmegin í Eysturoy og her eru sera, sera fá almenn arbeiðspláss í mun til fólkatalið. Minnist meg rætt, varð upplýst í skrivligum fyrispurningi, at talið av fermetrum við almennum virksemi í stóru kommumunum í Eysturoy var nógv lægri (bert brotpartur í mun til fólkatalið), um samanlíknað verður við Klaksvík, Tórshavn ella Tvøroyri.

Eysturoyggin eigur einki umboð í landstýrinum og eg hoyri onga rødd úr samgonguni sum átalar vandamiklu og skeivu gongdina. 

Tíverri eru heldur ikki eru tey harðmæltu mótmælini at hoyra frá andstøðuni.

 

Kári P Højgaard

fyrrv. løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival