Lýsing
Lýsing
Lýsing
Væl kamufleraður millum yvirskipaða politikkin hjá Bústøðum og fast track-útlendingamál stendur á s. 12 í løgmansrøðuni ein stuttur setningur, einans 19 orð, ið fer at heimila kommunum at uppkrevja høg gjøld frá øllum teimum húsaeigarum, ið ikki búgva har. | Mynd: kvf.fo

Útreiðslugildi løgmans partvíst fíggjast av ognarskatti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.08.2023 - 21:40 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað vóru nógvar stórbærar og glæsiligar ætlanir nevndar í ólavsøkurøðu løgmans. Onkur teirra púra óneyðug, hóast dýr; her verður hugsað um Tjóðleikhúsið. Men í ásannanini av, at vinnan í Føroyum ikki kann knokkroytast nógv meira, tí so rýmir hon av landinum, hevur løgmaður funnið eina nýggja skattaskrúvu á borgarar. Inni millum setningarnar krógvar seg orðið “tænastugjald”, ið er stovureinara orðið fyri ognarskatt

 

 

Løgmaður nevndi eftir vanligu innleiðandi flosklarnar tað at stytta arbeiðsvikuna við 3 tímum. Hóast samfelagið hevur tørv á meira arbeiðandi hondum, skulu føroyingar heim úr arbeiði fyrr uppá dagin. Tað kann einans merkja, at fleiri útlendingar skulu til Føroya at arbeiða, ella at minni skal arbeiðast yvirhøvur. Samstundis skulu túsundtals fólk – øll teirra í almenna arbeiðsmarknaðinum – hava eitt lønarlyft sambært Løgmansrøðuni. Og so varð eisini lovaður ein skattalætti. Tað stendur øllum greitt, ið duga at lesa, at hetta fer at kosta Føroyum kolossalar upphæddir.

Tá ið føroyska politiska leiðslan hevur brúkt ov nógvan pening, so hevur tað seinastu árini verið gott latín at velja nakrar vinnufyritøkur út, sum hava gjørt tað gott, og taka pengarnar haðani. Tí hava vit sæð nýggj hugtøk sum tilfeingisskatt og tøkugjøld. Men her eru vit longu komin at mørkum. Størsta alifyritøkan hevur longu flutt nógv virksemi til Skotlands. Skotska stjórnin hevur stýrt so væl, at har er ikki neyðugt við “tøkugjøldum”, og leggur nógv í at gerast eitt lokkandi íløguland. Stramma Føroyar skattaskrúvuna á alivinnuna stremri, er tað víst sum amen í kirkjuni, at meira virksemi flytur.

Síðani gjørdi løgmaður nakað burturúr at økja játtanina til at viðlíkahalda landsins bygningar, at seta fleiri samskiparar, at seta fleiri kommunulæknar, brekumboð skal setast, tvey sambýli skulu byggjast afturat. Og so skal eitt stórt og dýrt Tjóðleikhús byggjast í Havn. Tjóðleikhúsið kostar 185 milliónir, men einans um tey røttu fólkini verða sett til uppgávuna, og skil verður á. Verður onki fantilsi á, júst sum onki fantilsi var á stýringini av Glasi ella av H-bygninginum, kunnu vit helst brynja okkum til eitt skepilsi á Bursatanga, ið fer at tátta í hálva milliard.  

Tað nógva av útreiðslugildi løgmans (les: Landskassanum) skal hann onki gjalda fyri sjálvur. Tað verða kommunurnar, skulu gjalda bróðurpartin av lønarlyftinum og sín trivaliga part av stuttu arbeiðsvikuni, tí tað er har, flestu heilsurøktarar, námsfrøðingar v.m. í eru starvi. Og fyri at løgmaður ikki skal gjalda tað gildi, so stendur á s. 12 í røðu løgmans, at “Kommunurnar skulu eisini kunna […] krevja tænastugjald frá húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi”.

So fær samgongan makt, sum hon hevur akt, skulu tey, sum eiga summarhús ella hava arvað hús, aðrastaðni enn har tey búgva, rokna við eini klekkiligari eykarokning frá hesi samgonguni. Sambært Jógvani Kruse, borgarstjóra í Sunda Kommunu, er talan um einar 17.000 krónur um árið.

Aðalorðaskifti um Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2023 verður í løgtinginum í morgin kl. 10.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag