Lýsing
Lýsing
Lýsing

Her er skráin fyri leygardagin á Føroya Sjómannadegi 2023

SKRIVAÐ: Rannvá Isaksen  |  19.08.2023 - 08:00 Mentan Tíðindi

Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.

Føroya Sjómannadagur 2023

Programmet på dansk kan hentes her

The Program in English can be downloaded here

Endamál Føroya Sjómannadags er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.

Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki.

Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis.

Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.

Høvuðsstuðlar

Klaksvíkar Kommuna

Norðoya Sparikassi

 

Leygardagur 19. august

Dagurin byrjar við, at Merkið verður vundið á stong klokkan 10.30.

Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin. 

Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2023 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

 

Á stóra pallinum

Tilmeldingin til allar kappingar fer fram á pallinum.
*undantikið til svimjikappingina.

10.45
Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

10.55
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag

11.05
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum

11.20
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini

11.30
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum

11.50
Dávur Winther greiðir frá um læknastríðið, QR-lyklar og skattaveiðu
 
12.00
Skipalista-Kvissin - undankapping

Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir

Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini - Minnist til at heinta appina.

Øll, ið luttaka, fáa Skipalistin 2023

13.00
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða

Kappingin er fyri pør

VINNINGUR: Tvær nætur fyri tvey á Hilton Garden Inn íroknað 3 rættar matskrá við vínskrá.

13.30
Føroyameistarakapping - Agnskering

Vinnarin fær eitt vikuskifti í Summarhúsinum "The Captains Cottage" á Sandi.

Silvurvinnarin fær gávukort frá Inn á 3.000,-

Bronsuvinnarin fær Apple AirPods 2nd Generation frá Føroya Tele, virði 2.699,-

13.45
Sjórænarar bjóða øllum børnum at vera við á spennandi skattaveiðu

14.00
Føroyameistarakapping – Egning

Føroyameistarin fær gullheiðursmerki og gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.

Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur.

Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.

14.45
Føroyameistarakapping – Trolbøting

Føroyameistarin fær eitt gávubræv frá Atlantic Airways á 5000,-

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 2.000,- frá INN

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá INN

15.15
Føroyameistarakapping í køkubaking

- Køkurnar skulu latast inn í kantinuni á Roykivirkinum ímillum kl. 11 og 12

 Køkudómarar: Ranva Knudsen, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elsbet Heðinsdóttir Christiansen. 

Vinningar: Besti smakkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá Inn 

Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá BÓNUS

Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK

15.30
Skipalista-Kvissin - Finalan

Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir

VINNINGUR: 2 x Gávukort á 5000,- frá Atlantic

16.30
Magni Husgaard, Hugo Leo og Ólavur á Váli framføra vælkendar tónar

17.25
Vinnnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða kosnir. 

Kassastápling:

Vinnarin fær Playstation 5 – við eyka joystick

PS5 Digital Edition : https://elding.fo/playstation-5-digital-edition-2022 Virði : 4.999.-

Joystick PS5 DualSense : https://elding.fo/dualsense-wireless-controller Virði : 749.-

Silvur: Samsung galaxy A8 tab frá Føroya Tele, virði 2.999,-

Bronsu: Gávukort 1000 kr frá Bónus

Svimjikapping um vágna:

Vinnarin, kvinnur:

Apple Iphone 13 mini 128GB, virði 6.699,-

Vinnarin, menn: 

Apple Iphone 13 mini 128GB, virði 6.699,-

17.30
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar

18.00
Føroyameistarakapping – Halda dregg

Føroyameistarin fær ein Nilfisk E145.4 hátrýstreinsara frá KBI, virði 4.999,-

Silvurvinnarin fær ein Apple Ipad 10.2″ (2021) 64GB WIFI frá Nema, virði 3.499,00 Kr.

Bronsuvinnarin fær Apple Airpods Pro Gen. 2. (2022) frá Nema, virði 2.799,-

18.30
Togtogan millum skipsmanningar

8 persónar pr. lið

Føroyameistararnir fáa 12 gávukort frá Smyril Line á kr. 1.000,-

19.00
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan

Føroyameistarin fær ei 65 tumma LG flatskerm frá Elding, virði 9.999,- https://elding.fo/lg-65-ur8000-4k-lcd-tv-2023

Silvurvinnarin fær ein Apple iPad 10,2” (2021) 64GB WiFi frá Føroya Tele, virði 3.699,-

19.30

Harmonikutónar

Fuglafjarðar Harmonikufelag spælir kend løg

 

Í Tjaldinum

10.40
Stóra morgunmatarborðið

11.00 – 18.00
Listaframsýning

Lydia Petersen, Magna Auðunsson og Monika Ósá Henriksen sýna fram

11.00 – 18.00
Framsýning við Norðoya Heimavirki

12.00 – 16.00
Havstovan vísir, hvussu fiskar verða kannaðir

12.00 – 17.00
Ókeypis andlitsmáling v/ Kæti

13.00 – 17.00
Blái Krossur Føroya bjóðar øllum børnum ókeypis Candyfloss úr Liv Lívið - rúsfría vogninum

 

Á økinum

10.30
Merkið verður vundið á stong, meðan tjóðsangurin verður sungin 

11.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli

12.00 – 14.00
Opið hús í Fullpower á Klaksvíksvegi 85

Verð við í spennandi kappingum, gita hvussu nógv kilo eru í rúgvuni og tak eina wella selfie við vakra prýdda selfieveggin frá Rógvadóttir. Ókeypis kaffi!

13.00 
Grindamannafelagið skerir ein grindahval upp niðanfyri Ídni.

Greitt verður frá á enskum, meðann grindahvalurin verður skorin upp. Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður síðani borðreiddur gestum saman við rómaeplum.

13.00 - 17.00
Opið hús á Looknorth
Kom og hygg at, hvussu EPS (flamingo) og hart plast verður framleitt. Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur. 

13.00 - 17.00
Ókeypis kramarísar
 
13.30 – 19.00 
Føroya átiligasta fiskaborð

JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

-----

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

-----

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

-----

Christian í Grótinum og Amarant -  Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

-----

14.00

Føroya Sjómannnadagur bjóðar grindabúff og rómaepli

----------

14.00
Sjórænarar bjóða øllum børnum við á spennandi skattaveiðu

14.00 
Felagssangur við Hans Hjalta Skaale og Hóraldur Joensen í kantinuni á ”Roykivirkinum”.

14.00 – 15.00
Á Sjónámi verður framløga við John Goodlad um bók hansara “The Salt Roads - how fish made a culture”.

John fer at tosa um burðardygd, veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar hjá fiskivinnutjóðum.

14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling

15.30 – 16.30
Á Sjónámi greiðir Gudmund Helmsdal frá um spælifilmsverkætlanina Vandaferð.

Verkætlanin byggir á bókina "Ein Vandaferð" eftir Frederik Bláhamar, um tá Vestmanna sluppin Union Jack varð sokkin í 1940.

 

Á sjónum

09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl

10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj. 

Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Norðlýsið, Thorshavn, Norðan og Grinkil eru við, umframt Swan, ið kemur úr Hetlandi.

11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Trøllapæturi og ommuni siglir stuttar túrar við børnum

11.00 – 17.00 
Vilt á sjónum
- Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum
- Ókeypis túrar sitandi á luftpútum, ið hanga afturúr speedbátum
 
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á sluppini Jóhanna

Tveir róðursmenn vera við stýrisvølin. Hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpassi, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho

Tveir mans vera ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á skúlaskipinum Dragin

Kahúttin er riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu skúlaskipið verður nýtt til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Norðlýsinum

Manningin vísir, hvussu farast kann upp í mastrina

13.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

Norðoya Bjargingarfelag bjóðar øllum vælkomnum umborð á nýggja bjargingarbátin.

13.30
Bjargingarroynd

Tyrlan hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag luttaka

14.00
Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni

Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Brimli

Manningin bjóðar heitar vafflur og kakao.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Hvidbjørnen”

Manningin bjóðar heitar pannukøkur og kakao.
 
15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950

Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn 

16.00
Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni

Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj. 

 

Sunnudagur 20. august

11.00

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni við Hanusi á Gørðum.

Harmonikuvinir leiða sangin. Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina.

 

18.00

Sjómansmøti í KFUM & K 

Torleif Johannesen sjómanstrúboðari talar.

Eftir møtið verður nátturði.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

VÆLKOMIN Á FØROYA SJÓMANNADAG 2023

Nevndin fyri Føroya Sjómannadag

Eyðstein Poulsen, formaður, Rannvá Isaksen, Ivan Isaksen, Jóhann Lützen og Jógvan Skorheim.

 


Sambært reglugerðini fyri Føroya Sjómannadag, er nevndararbeiðið ólønt.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024