Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rannvá 90

SKRIVAÐ: Fratello  |  17.08.2023 - 16:32 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Sunnudagin 20. august fyllur ein av mætu klaksvíkskingunum Rannvá – Rannvá hjá Jakke – 90 ár. Hon er elsta barn hjá Sofíu og Eriki Lassen, og vaks upp undir tryggum, men smáum korum í Víkunum niðri við sjóvarmálan

 

 

Rannvá var ein av fáu gentunum, sum slapp í millum- og realskúla tá á sinni, og vóru tey bara 4 næmingar í flokkinum, og umframt hana, Ásvør Joensen, Tormóður Djurhuus og Brynjálvur Jacobsen.

Eftir lokið realprógv í 1950 fór hon at starvast í handlinum hjá Kál, og má tað vera har, at Jakki – Jakki hjá Simonu - og hon byrjaðu at hyggja eftir hvørjum øðrum, og stutt eftir hetta rann saman teirra millum.

Eitt vinarband, sum hevur haft stóran týdning í hennara lívi, er Ervik familjan í Ålesund. Tá kríggið brast á í Norra, komu flóttar til Klaksvíkar, og fingu Elisabeth og Kjell Ervik, sum giftust beint áðrenn fráferð úr Ålesund, innivist í barndómsheiminum hjá Rannvu, og her byrjaði eitt vinalag, sum hevur vart til denna dag, og so seint sum í summar hevur hon haft vitjan av Ervik familjuni.

Á heysti 1953 fekk hon í boði at koma yvir til Elisabeth og Kjell at vera húshjálp, og var hon har til várið 54, men eftir eina viku heima, gekk leiðin til Haslev á húsarhaldsskúla. Hon fekk síðani arbeiði sum húshjálp í Haslev, men í mars 55 var hon aftur í Klaksvík, og fór tá at arbeiða í klædnahandlinum hjá Kjølbro á Biskupstøð.

Meðan hon var í Norra, kom Jakki yvir at vitja, og var hann eina tíð til skips við Ervikreiðarínum.

5. oktober 1957 giftust hon og Jakki, og fluttu inn í nýggju húsini í Gerðum, og har hevur hon hildið hús til í fjør, tá ið hon slapp inn á Heimið á Heygum. Tey fingu børnini Símin Jákup og Eyðfríð og hevur hon 6 ommubørn og 3 langommubørn.

Rannvá hevur altíð verið í gongd, og vevurin hevur haft ein serligan áhuga, og líka til hon flutti úr Gerðum, var hon í gongd við sínum egna vevi í kjallaranum, og mangt skjúrti og teppi er vovið av henni. Eisini hevur hon lisið nógv.

At koma inn til Rannvu og Jakki hevur altíð verið hugnaligt, og man kendi seg væl, altíð glað og umfevnandi, og tað eru ikki so fá, sum hava sitið væl í teirra heimi.

Kirkjan hevur altíð verið partur av hennara lívi, og hevur hon verið sangari á loftinum í eitt mannaminni, eins og Jakki var kirkjutænari í fleiri ár, umframt limur í Meinigheitsráðnum. 

Í dag er hon á Heiminum á Heygum, og er sera glað um at vera undir tryggum kørmum saman við fólki, og fær hon tíðina at ganga við at binda, lesa og fylgja við í útvarpi og sjónvarpi, og var mitt í verðini hesar seinastu dagarnar, nú KÍ var á skránni.

Nú hon fyllur, verður dagurin hildin við opnum húsi í Smæruni frá kl. 14 - 16.30 - har øll eru vælkomin.

Hjartaliga til lukku við degnum, góða Rannvá.

Fratello

 

       

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…