Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá tey liberalu fara í "Kirkju"

SKRIVAÐ: Bárður Larsen  |  21.08.2023 - 23:37 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Harvardprofessarin Adrian Vermeule kallar sokallaðu progressivu liberalismuna í Vesturheiminum fyri sakramentala liberalismu. Hann metir hesa ájavnt eina religión. Henda er eisini eftirhondini dominerandi í Føroyum

 

(Frá Facebook við loyvi frá høvundanum)

 

Progressiva religiónin hevur egin ritual og sakramenti, serliga hetta ótroyttiliga at provokera tey konservativu fram á torg fyri at fáa tey at spæla rolluna sum myrkursins kreftir (tann óndi) til tey liberalu at avnokta og serimonielt og dramatiskt sigra á. Undirliggjandi sakin, ella ítøkiligu rættindini, eru minni viðkomandi. Ikki soleiðis at misskilja, at tað ikki hava verið, og framvegis eru, mangir týðandi rættindabardagar. Men hesir standa í veruleikanum aftanfyri symbolsku og serimoniellu síðurnar av progressivu uppgerðini við afturhaldið. At hetta var so, helt Tocqueville longu fyri 190 árum síðan, og tað er púra týðiligt í nútíðini. Tey liberalu sissast ikki, so hvørt sum fleiri rættindi verða vunnin, men accelerera tvørturímóti uppgerðina við tey konservativu í takt við, at fleiri og fleiri rættindi eru vunnin.

Keldan til liberalt ótolsemi liggur í progressivismuni (framstigsoptimismuni). Tá tey liberalu halda seg vera rationellari og moralskari, eru og verða konservativ suspekt í teirra eygum. Tí kunnu liberal heldur ikki interessera seg fyri tí innihaldsliga partinum av teimum málum, sum konfliktin við konservativ frá tíð til aðra melur umkring. Tað er galdandi, sjálvt um tað skuldi snúð seg um so álvarslig viðurskifti sum normbrótandi tiltøk og ávirkan av børnum. Dittar nakar sær at kritisera eina progressiva dagsskrá, verða orð tikin úr konteksti og blást út av proportiónum, og skribenturin verður lagdur undir ljótan atburð, haturstalu og at lúgva, alt fyri at undirliggjandi boðskapurin ikki skal koma í fokus. Tað má hann ikki, tí ongin samtala kann vera við tey, sum ikki taka undir við progressivu virðunum. Minsta hóman av møguligari konflikt, og tey liberalu gera klárt til at fara í “kirkju” – nú eisini saman við bispi.

https://www.firstthings.com/article/2017/11/a-christian-strategy?fbclid=IwAR0wjAsWO280KEX495fYxZHK_gWP5iANNQ0ucMvtjfJ73k2f2qgWhUoRBEk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti