Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dupultmoralur: Føroya Landsstýri vil ikki vita av russiskum skipum, men loypir virkið og glaðbeint í føvningin á samstarvsfeløgunum hjá Russlandi | Mynd: aMarketology.com

Moralur er góður …

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.09.2023 - 12:28 Leiðarin Politikkur Vinna

India er eitt land, sum hevur styrkt síni sambond við Russland eftir álopið á Ukraina í fjør. Eins og Kina, har Føroyar hava sendistovu, er India við í BRICS-samstarvinum við Brasil, Russland, Kina og Suðurafrika. India gekk ímóti sanktiónunum, sum G7-londini innførdu ímóti Russlandi, og tíggjufaldaði sín innfluting av ráolju úr Russlandi úr 2% í 2021 til 20% á heysti í 2022.

 

 

Í 2006 fór táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, á eina dýra sjarmuferð til India. Onki spurdist burturúr ferðini, hóast nógv stór orð vórðu søgd um potentialið. Nú ætlar eftirmaðurin hjá honum so at gera ein túr afturat við sama endamáli, ivaleyst eisini við sama úrsliti. Royndirnar siga, at talan verður um enn ein dýran bummtúr, men eitt er vantandi úrtøka, eitt annað er signalvirðið. India er nevniliga ein tann størsti samtarvspartnarin hjá Russlandi, og gongur beinleiðis ímóti G7-londunum og útholar harvið sanktiónirnar hjá G7-samstarvinum ímóti Russlandi. Skulu vit stuðla tí?

Vit standa spyrjandi. Við aðrari hondini setir okkara Landsstýri ógvusligar sanktiónir í verk ímóti Russlandi, sum raka føroyska vinnulívið meint. Tað er neyðugt at pína føroyska vinnulívið sum mótmæli móti Russlandi, sigur samgongan. Við hinari hondini vil Landsstýrið ikki bara varðveita verandi samstarv við BRICS-londini við síni sendistovu í Beijing, men vaksa um tað við at boða frá, at ynskiligt er at økja um sambandið við India, ið eins og Russland og Kina er ein høvuðsaktørur í BRICS.

Hvør skal siga: Nú írestar bara, at okkara landsstýrisfólk gera ein rukkutúr til Belarus og lata eina føroyska sendistovu upp í Minsk fyri at gera dupultmoralin fullkomnan.

 

(Kelda til tølini um indiska innflutningin av ráolju: https://www.jri.co.jp/en/reports/rim/2023/88/)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…