Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hans Jørgen Nysted, formaður fyri Norðoya Motorsavn loysti fyrsta flagið | Mynd: Hjalmar Zachariassen.

Drivið - spakin settur í

SKRIVAÐ: Hallgerð Akurstein: Myndir Hjalmar Zachariassen.  |  09.09.2023 - 14:54 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Hóskvøldið varð spakin settur í til útgrevsturin til nýggja bygningin, Drivið, sum NHR saman við Norðoya Motorsavni skulu húsast í um vónandi ikki alt ov langa tíð

 

 

Í núverandi neysti er sera trongligt. Venjingarumstøðurnar eru als ikki nøktandi, eins og tað bert er pláss fyri tveimum av trimum bátum. Eitt rúmligari neyst, ið m.a. eisini hevur umklæðingarrúm, er tí eitt sera stórt framstig fyri NHR.

Norðoya Motorsavn manglar eisini hølir bæði til framsýning og verkstað. Savnið eigur 40 umvældar motorar, og hevur 40 aðrar. Men felagið manglar umstøður.

Til kunningarfundin hóskvøldið bleiv kunnað um, hvussu eitt hús, sum hýsir báðum feløgunum kann síggja út. Verkætlanin hevur fingið navnið Drivið.

Í Sandoyrabug sang Hans F Christiansen Norðingasangin, sum er komin á Spotify í dag. Og Hans Jørgen Nysted, formaður fyri Norðoya Motorsavn loysti fyrsta flagið.

Verkætlanin at byggja Drivið er sera kostnaðarmikil og krevur undirtøku og stuðul ikki bert frá lokala umhvørvinum, men eisini úr grunnum í Føroyum og Danmark. Arbeiðið at skaffa fígging til bygningin er í gongd og vóna vit, at tað arbeiðið fer at eydnast væl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…