Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesin bygningurin táttar nú í millardina. Ikki tí hann er tað verdur, men tí at vána fíggjarstýring hevur gjørt hann fleiri hundrað milliónir dýrari, enn hann átti at verið. Men tað eru okkara pensionistar, sum fáa skotið í skógvarnar, at teir oyðileggja haldførið hjá Landskassanum | Mynd: kvf.fo

Pengarnir hjá øðrum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2023 - 10:22 Leiðarin Politikkur

Tá ið prátið í kaffistovunum kring um Føroya land fellir inn á almennar føroyskar byggiverkætlanir tey seinastu 10 árini, so er tað fyrst og fremst orðini “óskil” og ”gølur”, sum renna fólki til hugs. Óskilið tó als ikki generelt fyri byggivinnuna; vit síggja tað privata byggja gott, stórt og flott, uttan at tað endar sum gølur, ið raka yvir 100 milliónir við síðuna av. Hví ber tað so illa til innanfyri tað almenna? 

 

 

Kann tað vera í tí, at politikararnir ikki hava tjent pengarnar sjálvir, at hundurin liggur grivin? Tá ið ein almenn byggiverkætlan fer av sporinum, so yppa politikararnir bara øksl, landsstýrisfólkið fer í Løgtingið og biður um fleiri skattakrónur, og Løgtingið bara nikkar og játtar, og so koyrir sirkusið víðari. Okkara politikarar hava ikki neyðugu ábyrgdarkensluna fyri skattaborgarans pengum og verja seg við, at ”Nú mugu vit gera alt fyri at fáa bygningin lidnan!”

Vit sóu tað við Glasi, og nú síggja vit tað aftur við H-bygninginum, sum líka skal hava 44 milliónir afturat fyri at gera tað allarsíðsta. Tað hava vit líkasum hoyrt fyrr – tað var soleiðis at verkætlanin spolaði upp um milliardina –, og tí fer tað heldur ikki at undra nakran, um tað aftur verður mett at verða neyðugt at biðja um eina eykajáttan afturat. Og Løgtingið fer eisini tá at játta hana; tað er vist sum amen í kirkjuni. Tað eru ikki teirra egnu súrt tjentu krónur kortini.

Kommunurnar rópa neyðarróp í hesum døgum. Fyri at verða vald inn á ting í desember í fjør lovaðu núverandi samgongupolitikarar gull og grønar skógir. Men aftur her var tað ikki við teirra egnu pengum. Ikki bara tey alment løntu, men serliga tey kommunalt løntu, skulu hava lønarlyft, og øll skulu arbeiða minni – uttan líka pensionistarnir, sum skulu arbeiða meira. Fólkapensiónin skal avviklast; fólk skulu spara upp sjálvi, og tí verða tað í síðsta enda bert okkara egnu pengar, vit fáa aftur, tá vit fara frá fyri aldur. Landskassin skal bert vera nakað, vit gjalda inn til. Men hann vil sleppa at gera av, nær vit kunnu fáa okkara egnu pengar útgoldnar. Valda, ikki gjalda. 

Soleiðis skulu vit sjálvi gjalda fyri okkara ellisár, sum vit fáa færri og færri av, tí so hvørt vit nærkast aldursmarkinum, verður tað hækkað. Kommunurnar skulu gjalda fyri meginpartin av lønarlyftunum, sum løgtings- og landsstýrispolitikararnir hava lovað, eins og fyri styttru arbeiðsvikuna, sum av øllum tíðarskeiðum verður innførd júst nú, tá tað sansar at við arbeiðsmegi í øllum geirum. Alivinnan skal eisini gjalda nógv meira í tøkugjaldi, hóast arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum í vinnuni verður minkað við lóg. Hvar er logikkurin?!?

Vit hava til húðleysheit á hesum staði eisini skrivað um stiknið, sum landsmyndugleikin hevur við at taka ábyrgd og taka undirsjóvartunlarnar á seg og gjalda fyri teir. Men pengarnar, sum vit hava goldið í vegskatti, hava landspolitikararnir longu brúkt til okkurt annað, nakað sum í sær sjálvum eisini er ein gøla. Brúkarar av Norðoyatunlinum og Vágatunlinum skulu gjalda tunlarnar sjálvir, soleiðis at landið endar við fáa alt aftur og tískil ikki at hava goldið eina krónu í síðsta enda. Landsstýrið skal tó standa sum eigari. Tí landsmyndugleikin vil valda, ikki gjalda.

Tað er ikki í lagi, at okkara eldru borgarar bæði skulu spara upp sjálvi og knossast longri, bert tí tað almenna vegna vanstýring hevur vavt seg út í dýrar byggigølur ella tí at okkara politikarar vakna við kaldan dreym yvir at hava lovað ov nógv í valstríðnum uttan at hava skonkt fíggingini ein tanka. Men tað sær tíverri út til at vera tann vegin, Føroyar eru á veg í løtuni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur