Lýsing
Lýsing
Lýsing

Táttur um Varpið

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  15.09.2023 - 22:32 Mentan

Ávísur orðadráttur hevur staðist av einum tiltaki í Varpinum, tá Klaksvíkar Kommuna í vikuni var vertur fyri einum døgurða í mentanarhúsinum, fyri útlendskum vinnuferðavinnu-umboðum. Ein býráðslimur helt tað verða vánaligt, at Mentanarhúsið ikki bjóðaði inn til eitt opið alment tiltak fyrst, meðan borgarstjórin vardi avgerðina, tí hetta kundi verða við til at promovera mentanarhúsið og norðuroyggjar sum heild uttanlands. Talan var um eitt einstakt tiltak, fyri einum avmarkaðum bólki av fólki.

Á teimum í Mentanarhúsinum skiltu vit, at Varpið formliga er eitt arbeiðspláss, og at tey tí ikki hava fingið endaligt brúksloyvi frá myndugleikunum, til at halda nakað stórt alment tiltak. Hetta, siga tey, verður fyrireikað í løtuni. Tá húsið er endaliga avhandað, og trygdin er góðkend til størri almenn tiltøk, kunnu vit øll sleppa inn at uppliva nýggja stásiliga mentanarhúsið. Sum vit skiltu tað, verður hetta heilt skjótt, helst um miðjan oktobur.

Hvussu er og ikki, so er longu komin ein táttur burturúr orðadráttinum. Seint í gjárkvøldið kom hendan skemtiliga yrkingin við telduposti, sum leirvíkingur við tokka til Klaksvíkina hevur latið úr hondum. 

Ein partur av Klaksvíkar Manskóri settu sær fyri at royna hann, í Varpinum sjálvandi. Og teir vórðu væl stuðlaðir av kendu vísusangarunum Hans Hjalta Skaale og Hóraldi Joensen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…