Lýsing
Lýsing
Lýsing
Herfyri var Dennis Holm á virkisvitjan í Pelagos í Fuglafirði. Nú arbeiðir listi E í Vági fyri at fáa nýtt pelagiskt virki til heimbygdina hjá fiskimálaráðharranum. | Mynd: Kelda: www.fisk.fo

Er Dennis gegnigur at samráðast við russar?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.09.2023 - 11:15 Politikkur Tíðindi

Listin hjá Dennis í býráðnum í Vági heilsar ætlanum um at byggja nýtt pelagiskum virki í kommununi vælkomnum. Ein fortreyt er tó øktar svartkjaftakvotur. Men tað kann fáast til vega, um samráðingarnar hjá Dennisi Holm við russar enda úrslitaleysar.

Listi E í Vági, har fiskimálaráðharrin Dennis Holm var uppstillaður seinast, heilsar í almennari fráboðan ætlanum um at byggja nýtt pelagiskt í Vági vælkomnum.

Listin skrivar sambært Suðurrás

“Fyrst av øllum heilsa okur ætlanunum um at byggja eitt pelagiskt virki inni á Oyrunum hjartaliga vælkomnum. Í mong ár hava okur droymt um slíkar ætlanir í Vági, so sjálvsagt eru okur eisini ovurfegin…”

Ein av mest týðandi fortreytunum fyri einum svartkjaftavirki er rávørugrundarlagið. Har kann ein uppsøgn av fiskiveiðusamstarvinum við Russland í Barentshavinum koma væl við, tá svartkjaftakvoturnar sum russar í dag fiska undir Føroyum í so fall skulu fiskast av føroyskum fiskivørum. Og landast til pelagisku virkini á landi, herundir einum nýggjum virki í Vági.

Dennis kann soleiðis skaffa heimbygdini eitt nýtt svartkjaftavirki við úrslitaleysum samráðingum við russar um fiskiveiðuavtalu fyri Barentshavið. Tí kann spurningur nú setast við, um Dennis Holm er gegnigur at standa fyri samráðingunum við Russland?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…