Lýsing
Lýsing
Lýsing
Páll Andrasson Klettskarð fegnast um triðja FM á rað | Mynd: Oliver Joensen

Fíggjarlóg og fótbóltur merktu vikuskiftið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2023 - 09:00 Ítrottur Leiðarin Politikkur

Tað er veruligur veitslurómur í Klaksvík í løtuni. Bæði fremsta kvinnuliðið og mansliðið hava endurvunnið føroyameistaraheitið, og bæði upp á hvør sín stórsligna hátt: Kvinnuliðið er ikki bara púrasta ósigrað, men hevur ikki so mikið sum ein einstakan javnleik. Fult stigatal eftir 20 umfør, sum er fantastiskt. Og mansliðið hevur megnað at endurvinna FM, hóast upptiknir av europeiskum bólkaspæli. Ikki minni fantastiskt.

 

 

Samstundis hava vit fingið fyrsta fíggjarlógaruppskotið, sum er fult og heilt uppskotið hjá sitandi samgongu – tað í februar var mest av øllum provisoriskt. Nústani sæst veruliga, hvussu núverandi Landsstýri vil prioritera fíggjarliga. Hyggja vit at tí við Norðoyabrillum, so sær alt ikki so ringt út, tá tað kemur til partin hjá tí almenna í Norðoyggjum.

Tunlar Norður um Fjall fáa 110 milliónir til liðugtgerð í 2024. Fugloy og Svínoy fáa tíverri lítið og onki; einans smáábøtur. Nakað frægari stendur tað til við Syðradali á Kalsoynni. Klaksvíkar Sjúkrahús fær knappar 3,5 milliónir meira til rakstur og 10 milliónir meira til løgur.

Klaksvíkar HF-Skeið fær ikki stórvegis eyka; at síggja til bert eina lítla framskriving, og tað sama ger seg galdandi fyri Sjónám. Tekniski Skúli fær umleið 2 milliónir afturat til rakstur, men ongin játtan er til at halda fram við verkætlanini við at gera aula í 2024, stendur í fíggjarlógaruppskotinum. Ørskapur! Vit seta okkara álit á teir fýra Norðoyatinglimirnar í fíggjarnevndini, at fáa hesi tingini í rættlag!

Húsarhaldsskúlin verður betur viðfarin, við tað at fíggjarmálaráðkvinnan skjýtur upp at játta 14,3 mió. í 2024. Í 2023 var talið 9,25 mió. Hetta er tó til nýggja Húsarhaldsskúlan; raksturin av verandi skúla økist tó bara við molum, ið minna um teir hjá HF-skeiðnum og Sjónámi. Sostatt síggja útreiðslurnar hjá Landskassanum til virksemi í Norðoyggjum í høvuðsheitum at vera nakað tað sama sum árini fyri, uppá gott og ilt.

Men hvat viðvíkir inntøkum frá vinnulívinum, er Fíggjarlógaruppskotið at halda kommunurnar fyri spott. Samgongan hevur lovað at lata nakað av tilfeingisgjaldinum aftur til kommunurnar, men hyggja vit á s. 441, so er ætlanin bara at lata kommunurnar fáa 2%, skrivað tvey prosent, av tí, sum kemur inn sum avgjald á fiskatilfeingi. Tað verður gjørt, hóast tað eru kommunurnar, sum hava nógv tær størstu útreiðslurnar av havnarløgum o.ø., sum fiskivinnan brúkar. Hetta er at gera gjøldur við kommununum.

Júst tað sama síggja vit á síðu 439 og tá viðvíkjandi alivinnuni. Kommunurnar skulu bara hava skallut 2% av tøkugjaldinum, stendur tað til Landsstýrið. Hetta hóast tað eru kommunurnar, sum bera allan kostnaðin, ikki bara fíggjarliga, men eisini umhvørvisliga við at liggja firðir til alingina.

Høvdu vit ikki verið von við tað, so hildu vit okkum hava lisið skeivt. Men hetta er tíverri, sum tað plagar – sera nógv verður kravt inn úr Norðoyggjum til felagskassan, meðan einans smáir molar koma hinvegin. Og hetta fer at blíva við, so leingi norðoyapolitikarar á tingi, serliga í samgonguni, ikki steðga tí.

Læran av júst farna vikuskifti er tann vælkenda: Har norðoyingar sjálvir kunnu avgera tingini, eydnast tey framúr væl. Meðan millum lítið og onki gott er at vænta fyri økið her norðuri, tá tað er miðstaðarøkið í Føroyum, sum slær tónan ann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Lýsing