Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til VÍF

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.11.2023 - 22:35 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Hóast tað bleiv til ein greiðan sigur til VÍF, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF í dag leiktu dyst í steypakappingini, so vóru tað avgjørt positiv ting, stjørnuleikarnari kunnu taka við til næsta dyst. Serliga var tað hugburðurin, sum var munandi betur, enn hann hevur verið seinastu dystirnar. Eitt, sum var sera óheppi fyri stjørnuliðið í dagsins dysti, var, at málverjin Nina Abramovic tíðliga í dystinum fekk eitt skot í anlitið, sum hevði við sær, at hon mátti av vøllinum, og spældi hon lítið og onki, tað sum eftir var av dystinum. Tað, sum helst ávirkaði Ninu nógv í støðuni, var, at til venjing seinasta týskvøld fekk hon eisini eitt hart skot í anlitið. Unga Borghild Sjúrðarberg kom so at standa tað mesta av dystinum í málinum, og tað kom hon, hóast alt, rímiliga væl frá.                                                                                                                  

Gongdin í dystinum var annars tann, at tað gekk rímiliga javnt á stóran part av fyrra hálvleiki. Tá farið varð til hálvleiks, var støðan 17-14 til VÍF.                                                                                                              

Dysturin bleiv avgjørdur fystu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki, sum so ofta, so vóru tað serliga misnýttir upplagdir málmøguleika hjá Stjørnuni sum kostaðu dýrt, og blivu straffaðir við skjótum mótálopum. Dysturin endaði við einum greiðum 39-29 sigri til VÍF.                                                                                        

Eftir dystin hitti Norðlýsið nýggja venjaran hjá Stjørnuni Kára Horn. Hann segði, at nú hevur har akkurát tikið við sum venjari, og hevði undan dystinum í dag, bert havt eina venjing saman við liðnum. Hann heldur avgjørt, at liðið hevur fólk til betri plassering, enn hvat stigatalavan vísir. Hann kundi út frá dystinum í dag síggja, at her eru nógv ting at arbeiða við, og hevur hann góðar vónir um, at tað kann blíva munandi betur. Norðlýsið ynskir Kára góða eydnu við venjarastarvinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…