Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skotið – fótbóltur í grannalagnum og úti í heimi

SKRIVAÐ: Bárður Lydersen  |  06.11.2023 - 19:17 Ítrottur Kykmynd Tíðindi

Andras Sólstein verður fyrsti gesturin í nýggjari fótbóltsending hjá Norðlýsinum, sum verður at hoyra beinleiðis á heimasíðu okkara í kvøld kl. 19.30

Norðlýsið er farið í gongd við at gera beinleiðis podvarp, í seinastu viku var vinnusending á skránni og í kvøld verður spildurnýggj fótbóltsending at hoyra og síggja á fyrsta sinni.

Sendingin kallast Skotið – fótbóltur í grannalagnum og úti í heimi og fer, sum navnið leggur upp til, at snúgva seg um fótbólt herheima og eisini úti í heimi. Serligur dentur verður lagdur á Betri deildina og Premier League.

Í kvøld verður Andras Sólstein gestur. Andras er bæði íðin Tottenham og KÍ fjeppari, so her er nógv at taka fatt í. Andras er harumframt pápi KÍ-málslúkin yvir teimum øllum Páll Klettskarð. 

Í meðan sendingin koyrir spælir Tottenham ímóti Chelsea, ein sigur til Spurs og so liggja teir nummar eitt í Premier League. 

Jóan Pauli Jacobsen, fótbóltsserfrøðingur verður vertur. Sendingin verður at hoyra beinleiðis á heimasíðuni í kvøld kl. 19.30. Eftir at sendingin er liðug, er hon at finna undir kykmyndir á nordlysid.fo.

 

BEINLEIÐIS HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…