Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður 51 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.11.2023 - 16:02 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur

Føroya løgmaður, Aksel Vilhelmson Johannesen, fyllir fimmtieitt ár í dag.

Aksel er føddur í Klaksvík tann 8. november 1972, og hann býr saman við konuni Katrin D. Apol í Hoyvík. Hjúnini hava trý børn. Aksel er útbúgvin juristur og hevur eisini starvast sum advokatur.

Aksel er sonur Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtingsmann og landsstýrismann. Aksel hevur verið Føroya løgmaður eina setu áðrenn, frá 2015 til 2019, og hevur áðrenn tað verið bæði landsstýrismaður og løgtingsmaður. Feðgarnir hava báðir umboðað Javnaðarflokkin á tingi og í landsstýri.

Síðani Jóannes Eidesgaard legði frá sær sum formaður í Javnaðarflokkinum í 2011, hevur Aksel V. Johannesen verið formaður í flokkinum. Hetta er onnur setan hjá Akseli sum løgmaður, og tók hann við embætinum 22. desember 2022. 

Norðlýsið vil við hesum ynskja Akseli V. Johannesen tillukku á 51-ára degnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…