Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.11.2023 - 09:27 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer ættin fyri tað mesta at vera eystan. Fleiri lágtrýst fara at liggja yvir Skotlandi ella eitt sindur vestanfyri. Tey draga luft til sín allastaðni frá, og eftirsum vit liggja norðan fyri lágtrýstini, er ættin okkum støðug eystan, við onkur avstingara niður í landsynning.

Luftin, sum kemur hendaveg, er eitt sindur óstøðug, og tí kunnu virt rokna við ælaveðri viðhvørt, men eisini løtur við turrveðri.

Hitalagið er nokkso støðugt hesa vikuna. Fer at liggja um 5 til 9 stig, men tað er niðri við havflatan. Longur uppi, har sum vegir liggja høgt, er sjálvandi nakað kaldari. Vit rokna við einari køling, sum er 1 stig fyri høvrjar 100 metrar uppeftir – t.d. liggur oyggjavegurin í støðum um 300 metrar oman fyri hav, og tí eru 3 sig kaldari har, enn sgat verður í forsagnunum.

 

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin: 5 til 10 m/s eystan, skiftandi skýloft og okkurt ælið, men eisini sólglottar í støðum. Hitin 5 til 9 stig.

Týsdagin: Aftur 5 til 10 m/s av eystri, men skýloftið verður eitt sindur klárari enn í dag – t.e. smáskýggjað við sólglottum, men eisini eistøk æl í støðum. Um kvøldið minni vindur, um 3 til 8 m/s. Hitin 5 til 9 stig.

Mikudagin: 3 til 8 m/s eystan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum. Um kvøldið lækkar hann niður í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin aftur sum í dag og í morgin, 5 til 9 stig.

Hósdagin: Lítið lot minni enn 5 m/s av landsynningi, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í 3 til 8 m/s, men framvegis skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin: 3 til 8 m/s av landsynningi, seinni eystan, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Lýsing