Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga hjá Robert í gjár

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  21.11.2023 - 14:12 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fimta og seinasta bókaframløgan við ævisøguni um Robert McBirnie varð í gomlu Miðhøll á Skúlatrøð í Klaksvík mánakvøldið 20. november.

Hilmar Jan Hansen hevur skrivað lívsævisøguna um Robert McBirnie, ið rundaði tey 80 árini tann 1. novembur. Bókin kom út 30. oktobur í ár og hevur síðani verið at fingið kring landið, har bøkur vanliga fáast til keyps.

Tað var ein hugnalig løta í Miðhøllini í gjárkvøldið, har SUÐ, sum vandu í eini av sangstovu skúlans,, blivu spurdar, um tær ikki vildu syngja ein sang fyri hesum Faroe-Boysaranum. Jú tað var ikki hálvtalað orð, so stillaðu tær upp til ein fínan sang – Robert og áhoyrarafjøldin ovurglað.

Rudolf Joensen, sum kennir Robert frá ymskum leiki, hugleiddi um tíðina hjá Robert sum lærari í Klaksvík 1967/68, og at hann eisini var stigtakari til eina áhugaverda konsert í Spinnarínum í 1968, har alt tað besta inn tónleikaheimin møtti í Klaksvík.

Robert tók eisini til í hesa somu konsertina og takkaði Sámal Mikkelsen, sum var maður mostir sína, Esther, fyri rættiliga at hava tikið eitt tak, so ein rættur pallur bleiv smíðaður til høvið.

Ein næmingur hjá Robert, sum fór í skúla í 1967 var komin at takka Roberti fyri nógvar spennandi løtur, har hann serliga dugdi so væl at siga frá og brúkti sín scenukynstur. Tí tað kom meir enn so fyri, at tað var bølamyrkt inni í stovuni, fyri at fáa alt so virkuligt og til tíðir óhugnaligt eisini.

Robert slapp eisini uppí 67-liðið hjá KÍ í fótbólti. Men tað var ikki bara sum at siga tað! Hann mátti svørja trúskap, tí Robert hevði spælt við B36, áðrenn hann kom til Klaksvíkar.

Allir áhoyrarnir fingu sær eina bók undir armin, og so at fáa Robert at skriva uppí bókina. Eitt rættiliga hugnaligt kvøld við nógvum góðum søgum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Soleiðis kann bústaðartrotið loysast
Loysa haldføris­trupulleikar­nar – men á r…
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Lýsing