Lýsing
Lýsing
Lýsing

Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rúsevnum við hægri játtan til fyribyrging og eftirlit

SKRIVAÐ: Birgir Nielsen  |  13.03.2026 - 13:40 Politikkur Tíðindaskriv

Okkara ungdómur er framtíðin í Føroyum, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit raðfesta munandi hægri at verja okkara ungu móti stóru vandunum við misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

 

Tað er ræðandi at hoyra, at nøgdin av rúsevnum er vaksandi í Føroyum, sum bæði løgreglan og tollvaldið mangan hava boðað frá.

Í dag síggja vit, at fleiri ung koma í samband við rúsdrekka alt ov tíðliga í lívinum, sum kann føra til bundinskap. Nøkur av teimum ungu fara tíverri eisini víðari at eksperimentera við vandamiklum rúsevnum, sum tey kunnu gerast álvarsliga bundin av.

Tí eiga vit sum samfelag at raðfesta hetta munandi hægri enn í dag og tí seta væl meira pening av til fyribyrging og eftirlit.

Fyribyrging er ein av bestu mátunum at berjast móti misnýtslu. Skúlin, góðir vinir, felagsskapir og ikki minst vit foreldur hava ein týðandi leiklut í hesum.

Við meira peningi kunnu skipast fleiri upplýsingartiltøk, ráðgeving og tiltøk, sum á ein munagóðan hátt læra tey ungu um stóru vandarnar við rúsevnum og rúsdrekka.

Somuleiðis er týdningarmikið at bjóða ungum góð og sunn frítíðartilboð. Ítróttur, tónleikur, kristnir felagsskapir og onnur frívillig tilboð eru ómetaliga týdningarmikil, tí tey kunnu geva ungum ein góðan og sunnan felagsskap og halda tey burtur frá stóru vandunum við rúsdrekka og rúsevnum.

Tá talan er um eftirlit, má eisini meira peningur játtast til tollvaldið hjá TAKS.

Vit hoyra tíverri javnan um stórar nøgdir av vandamiklum rúsevnum, sum tollvaldið og løgreglan leggja hald á. Vit síggja tíbetur, at harðari dómar nú verða ásettir í rættinum fyri slík brotsverk.

Serliga tollvaldið hevur mangan víst á, at tey ikki hava eina nøktandi játtan. Her manglar játtan til at seta eitt nøktandi tal av tollarum og hundum, sum kunnu økja um eftirlitið har, ið tey ferðandi koma til landið.

Um eg verði valdur á løgting, vil eg arbeiða fyri, at meira peningur eisini verður játtaður til bæði fyribyrging og eitt økt eftirlit við rúsevnum.

Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið 26. mars.

 

Birgir Nielsen
Valevni til løgtingsvalið
Fólkaflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag