Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrsta og higartil einasta kanningin av fólkatingsvalinum aleina vísir eina risastóra álitisváttan til Javnaðarflokkin, sum saman við Sambandsflokkinum stendur til at endurvinna sessin | Mynd: spyr.fo fyri Portalin/FM1 og KvF

Velja púra ymiskt til løgtings- og fólkatingsval

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2026 - 13:09 Politikkur Tíðindi

Fyrsta og higartil einasta veljarakanningin av fólkatingsvalinum, sum Kringvarpið og Portalurin hava gjørt í felag, sigur, at Sambandsflokkurin hevur nokkso stabila undirtøku til løgtings- og fólkatingsval, meðan tað hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum er púrasta viðvent. Meira enn dupult so nógv velja Lista C heldur enn Lista A á fólkatingsvalinum.  

37,7% av veljarunum siga seg fara at velja Javnaðarflokkin á komandi fólkatingsvali, og 28% fara at velja Sambandsflokkin. Samanlagt gevur tað 55,7% til teir báðar siðbundnu samríkisflokkarnar. Teir koma tí inn við einum braki.

Framsókn fær atkvøður, hóast tey ikki stilla upp

Kanningin er gjørd, áðrenn nakar visti av, at Framsókn ikki ætlaði at stilla upp til fólkatingsvalið. Tað varð ikki almannakunngjørt fyrrenn kl. 14 í gjár. Tí hevur Framsókn verið ein svarmøguleiki, og 2,8% av veljarunum geva tí Framsókn sín stuðul. Miðflokkurin fær eitt vet meira, 2,9%. Sum altíð eru teir smáu flokkarnir langt frá møguleikanum at koma á Fólkating.

Sjálvstýri hevur ikki heimild at stilla upp til fólkatingsval, av tí at teir ikki eru umboðaðir í lokala tinginum (Løgtinginum).

Ongin broyting

Tjóðveldi fær bara 14,4% av atkvøðunum í kanningini og Fólkaflokkurin 14,9%. Haðani er sera langt upp til tey 28,8%’ini, sum Sambandsflokkurin fær, og uppaftur longur upp til Javnaðarflokkin. Alt bendir tí á, at tey bæði Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale koma syngjandi inn á Fólkating aftur.

Miðflokkurin og Sambandsflokkurin tykjast at hava eina undirtøku, sum líkist á báðum valunum. Tjóðveldi hevur eina nakað lakari undirtøku, og Fólkaflokkurin hevur illa nokk helvtina av atkvøðunum til fólkatingsval, sum flokkurin fær til løgtingsval. Undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum er ikki til at kenna aftur, um man samanber hesa kanningina við tær, sum áður eru gjørdar um Løgtingsvalið.

Samanumtikið sigur kanningin, at javnaðar- og fólkafloksveljarar velja púrasta ymiskt til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið.

Spyr.fo gjørdi kanningina fyri Kringvarpið og Portalin/FM1 grækarismessudag 12. mars. 700 fólk hava svarað. Tølini síggjast í myndini omanfyri. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag