Lýsing
Lýsing
Lýsing
Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag er í døpurhuga. Hansara limir skulu missa stóran part av sjómannafrádráttinum, tí samgongan vil burtur frá serskipanum, sigst. Kortini nertir samgongan ikki við skattafríu ágóðarnar hjá landsstýrisfólki ella sendifólki

CEF-samgongan í ferð við at birta nýtt stættarstríð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2023 - 18:46 Leiðarin Politikkur

Vit vóru helst mong, ið mundu dottið uppeftir, tá kringvarpstíðindi herfyri bórust um, at sendifólk fáa upp í 47.000 krónur skattafrítt í viðbót – um mánaðin. Ein føroyskur sendimaður fær sostatt nærum 600.000 krónur oman á lønina um árið í viðbót. Tað má av álvara sigast at vera ein serskipan, sum veruliga vil nakað. Men tíðindini vóru ikki, at samgongan arbeiddi við at avlaga hesa skattligu serskipanina, sum vit skuldu trúð út frá samgonguskjalinum. Nei, tey frammanundan háløntu skuldu fáa ein frádrátt omaná

 

 

So kann ein kanska freistast til at siga, at “Jamen sendifólkini eru so fá, hatta er bara ein dropi í havinum”, og hevði tað bara verið so væl. Men nei, hóast Miðflokkurin ikki er í samgongu, so síggja vit kortini Matteusar-evangeliið gjøgnumseyra alt Tinganes og lønarpolitikkin har: “Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið.”

Tí tá tað kom til Akademikarafelagið, so vóru ongi smøl støð í Fíggjarmálaráðnum. Teirra lønir teljast ikki millum tær lægstu, so teimum varð givið. 12,75% í lønarhækking yvir 3 ár. Heilt uttan at FMR rópti upp um ófrávíkiligar karmar og heilt uttan verkføll og harvið inntøkumiss. Ikki tí, akademikarunum skal tað vera væl unt, men tað sampakkar bara aldeilis ikki við hørðu linjuna, ið varð løgd mótvegis Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Teirra útbúgving er “bara” á bachelorstigi, so teimum kann man fara við, sum einum lystir, tykist tónin hjá FMR at vera.

Síðani tann 22. mai í ár hevur Landsstýrið eisini vitað, at varð onki gjørt, t.e. broytt til tað betra í tøkugjaldspolitikkinum, so fór úrslitið at vera eitt trísiffrað tal av uppsøgnum av fólki innan portiónsframleiðslu av laksi í november í ár. Landsstýrið valdi onki at gera, og hópuppsagnirnar gjørdust tí veruleiki. Men framvegis er onki gjørt, og fer kanska heldur aldrin at verða gjørt.

Men fyri bara 14 (fjúrtan!) døgum síðani meldaði Kringvarp Føroya út við, at tey hava í hyggju at siga 11 starvsfólkum úr starvi. Ein nógv minni ógvuslig hending enn tann við portiónsframleiðslunum. Men tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so var landsstýriskvinnan úti og lovaði bót og bata, og longu nú er lógaruppskot farið til hoyringar um at hækka kringvarpsgjaldið markant, yvir 8% hjá Palleba og 26% hjá pensionistum.

Tað er sostatt ein heilt øgiligan mun, vit síggja á viðferðini av teimum, sum eru ávikavist innanfyri og uttanfyri politiska hitan í samgonguni.

Okkara siglandi fólk fær skorið sín frádrátt langt niður í einum høggi, tí vit ongar serskipanir mugu hava – uttan líka til landsstýrisfólk, løgtingsfólk og sendifólk, væl at merkja – og tey lágløntu í almennari tænastu mugu ikki krevja sín rætt, tí so spreingist karmurin. At karmurin so skuldi brúkast til tey alment háløntu í staðin, gloymdu tey at skriva í samgonguskjalið. Og hópuppsagnir innan tað privata vegna politisk er bara “súrt fyri tey sum tað rakar”, meðan ein sparirunda í einum almennum fjølmiðli má steðgast eygablikkiliga við at lata Taks fara inn á okkara konti eftir uppaftur meira av tí sindri, sum er eftir av okkara lønum. Er onki á konto at taka frá okkum, ja, so verður skallutur maður royttur, og okkara kontur fara í trot.

Tá ið Jóannes Eidesgaard á sinni proklameraði, at “Stættarstríðið er av!”, var tað kanska okkurt um tað. Men samgongan hjá hansara eftirmanni arbeiðir við fullari ferð við at innføra tað aftur. Bert við einum politiskt leskaðum yvirklassa í staðin fyri táverandi kapitalistarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður