Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftur beinleiðis til New York í 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2023 - 16:43 Tíðindi Vinna

Í heyst skrivaði Atlantic Airways føroyska flogsøgu, tá farið varð undir fyrstu beinleiðis rutuna tvørturum Atlantshavið til New York. Komandi heyst fer aftur at bera til hjá føroyingum at ferðast beinleiðis til “the city that never sleeps”, New York.

 

 

Talan verður um seks flogferðir aftur og fram frá 3. september til 9. oktober 2024. Eins og í ár eru ferðirnar til New York týsdag, og heimferðin er mikudag, og tað er framvegis Stewart International Airport, sum flogið verður til.

- Vit hava fingið góðar afturmeldingar viðvíkjandi Stewart flogvøllinum frá teimum, ið ferðaðust á rutuni í ár. Stewart flogvøllurin er ikki so stórur, so tað er lætt at finna runt. Eisini er tað skjótt at sleppa gjøgnum passeftirlitið, sum annars ofta kann taka langa tíð á teimum stóru flogvallunum. Sambandið inn til býin er sera gott, tí snarbussar koyra beinleiðis til/úr Times Square í sambandi við komurnar og fráferðirnar hjá Atlantic Airways, og busstúrurin tekur bert hálvanannan tíma, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Flogtíðin er umleið sjey tímar, og HER ber til at síggja eitt stutt filmsbrot um, hvussu einfalt tað er at ferðast beinleiðis úr Vágum til dukandi stórbýarlívið mitt á Times Square.

Flogferðaseðlarnir verða settir til sølu komandi hósdag 7. desember 2023.

 

Flogið verður soleiðis:

Vágar – New York: Týsdagar kl. 16.30 frá 3. september – 8. oktober 2024.  Koma kl. 18.50.

New York – Vágar: Mikudagar kl. 10.45 frá 4. september til 9. oktober. Koma kl. 22.05.

GG! Allar tíðir eru lokalar

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø