Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjárstónar á Café Fríðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2023 - 14:59 Mentan Tíðindi

Leygarkvøldið 30. desembur vera Nýggjárstónar á Café Fríðu í Klaksvík

 

Jón & Hans Andrias frá Grandma’s Basement, Herborg Torkilsdóttir, Danny & Símun syngja og spæla kendar og vælsvingandi slagarar, og starvsfólkið á Café Fríðu eru klár at servera leskiligt ábit og svalandi drykkir úr barrini.

Millum tónleikainnsløgini diskar DJ Cool.

So tak makan ella vinfólkini undir armin, og komið og njótið livandi tónleik og gott huglag í hugnaligu Café Fríðu. Lagt er upp til eitt festligt kvøld, har tað er loyvt at syngja við, práta og hugna sær í góðum selskapi saman við øðrum festglaðum fólkum.

Tiltakið byrjar kl. 20:00 Kostnaður fyri atgongumerkið er 295,00 DKK íroknað ómaksgjald.
Við í prísinum er brúsandi vín og leskiligt ábit.

Keyp atgongumerki her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…