Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits: Tá ið kroppurin eldist

SKRIVAÐ: Tekst: Jógvan Skorheim Myndir: Dávur Winther  |  09.12.2023 - 08:18 Mentan Tíðindi

Í gjár bórust boðini um, at Frits Johannesen, fjøllistamaður í Fuglafirði, var farin um sýn. Frits var ein maður, ið veruliga setti dám á løtuna, ið tú hevði saman við honum, tí við sínum jaliga lyndi og hugtakandi søgum, varð tú hugbundin av honum.

Í mars 2021 skrivaði Frits Johannesen eina tíðargrein til eldrablaðið Fyndin, við yvirskriftini "Tá ið kroppurin eldist", sum vit velja at endurgeva niðanfyri.

Tá ið kroppurin eldist

Ja, tað er nógv sagt um aldurdómin á ymsan hátt. Hann kemur ikki einsamallur. Hann setir sínar hælkoytur í kropp, sál og sinni, men tað ræður um at hava frítt mót, sum er hálvur tæringur.

Mia mostir

Móðir, Johanna, vanliga nevnd Hanna, var ættað úr Ansastovu í Oyndarfirði. Tey vóru so sera orðarík undir hesum bitum. Mia mostir, Anna Maria Anthoniussen, var gomul genta og búði í hesum húsum til sín doyggjandi dag. Hon gjørdist 95 ára gomul og var fimm tey seinastu árini úti á Gyljagarði í Leirvík. Her hevði hon tað gott, og vit í familjuni vitjaðu hana regluliga, og fingu vit altíð eitt gott prát við mostrina, hesa sælu kvinnu, sum altíð rætti okkum í familjuni og øðrum við hond,
tá ið illa stóð til.

Ja, onkuntíð, tá eg spurdi hana, hvussu hon hevði tað, var svarið:

-Eg síggi væl og hoyri væl, og mussaskøðið gongur sum ein piparkvørn, men nú gongur tað tann vegin, sum høsnini skava, og mýsnar eru eisini farnar at skava, og nú eri eg vorðin sum ein kúgvahali, nú vaksi eg niðureftir!

Hetta var væl sagt við einum brosi um andlitið – ein ímynd av skaldakendum inn- og útsúgi var hon, sum mangan átti dagin og løtuna undir bitunum í Ansastovu. Her varð nógv sungið. Abbi, Daniel Jacob í Ansastovu, sang nógv Gamla nóta og somuleiðis sonurin, Poul Martin Anthoniussen. Báðir vóru bátasmiðir.

Eitt tað besta, sum er hent í okkara samfelag, er, at tey gomlu hava tað gott, og at tey minni mentu eisini hava tað gott. Hugsi mangan um tann lívssæla andan, sum stýrir okkum ymsar vegir og steðir.

“Ær den gråhårede og rejs dig for oldingen,” sigur vísi lívssetningurin.

Jú, hetta er deiligt, at onkur tekur í hondina á okkum og sigur nøkur góð orð við okkum, nú vit eru komin til dustsins ár. Vit síggja og hoyra, hvør Guds vinur hesin er, og tað, sum eygað ikki hevur sæð, og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað. Spunatráðurin í hesi gongd setir seg í minnið og lívgar um tann randvovna kroppin og sálarkervið, ið nørir um hugans flog og tankagongd hjá báðum pørtum.

Eldri svimjarar - menn

Vit eru ein bólkur av monnum, sum vit rópa fyri Eldri svimjarar. Hvønn leygarmorgun kl. 7 hava vit eina løtu saman í svimjihylinum í Fuglafjarðar skúla. Tá svimja vit aftur og fram og hava eisini eitt gott prát á grunnum vatni. Kl. 8:00 fara vit inn á lærarastovuna og fáa okkum ein duss við einum góðum bita afturvið. Hetta er gott fyri kroppin, at røra seg á ellini, og so at tosa saman um farnar dagar. Flestir okkara hava tá orðið og greiða frá um ætt, vinir og hendingar. Alt tað, sum fer fram hesar morgnarnar, nemur við okkara kenslur, kropp og sál og nørir um okkara tilvit á ein sera
vakran hátt.

Hetta er sanniliga gott, og piparkvørnin tekur ikki dik á seg, men lívgar um mangt og mikið hesar morgnar.

Menninir duga stak væl at siga frá. Fleiri okkara eru dupultir fermenningar, so ættin nørir altíð um okkara vit og skil. Sjálvandi kemur aldurdómurin ikki einsamallur, men tá ið tú hevur svomið einar tíggju ferðir aftur og fram, so yngist kroppurin, og tú kennir teg væl, tá ið tú setir teg við “morgunmatarborðið” at njóta ein góðan kaffimunn og ein góðan bita undir góman. Er tað onkur av okkum, sum hevur rundan føðingardag, so bjóðar viðkomandi ofta ein frægari bita, so hesin dagur verður ein fragd fyri hann sjálvan og okkum allar.

Listin

Listin setir síni spor á ymsan hátt. Eingin, sum hevur sæð Skríggið eftir Edvard Munch, gloymir tað nakrantíð aftur.

Ein mynd, sum rennur mær í huga í løtuni, er ein málningur, sum tann danski listamaðurin, Michael Kvium, hevur málað. Hann varð føddur 15. nov. 1955 í Horsens. Hansara list er ofta sett í ein bás, har tað kenslusama í tilknýti til mannakroppin setir síni spor. Ein mynd, sum nørir um løtuna hjá mær nú, er hon, har høvur og mannaheilin eru avmyndað. Tað er eins og við Skrígginum eftir Munch – hesa mynd gloymi eg aldri. Tú fert beinanvegin at hugsa um tín egna heila og kropp. Kroppurin er ikki við á myndini, men heilin hann livir sítt sæla lív í tilknýti til kroppin. Hugsi, at á ellini hevur kroppurin tað strævið og heilin við. Mong eru ellisvomm (vomm ella vamm merkirbrek).

Jú, í hesum grúki fer mangt fram, sum vit hava sett í verk frá barnsbeini av. Heilakervið í málninginum er, sum Várharra hevur sett tað út í kortið. Nú, tá ið ellin ger vart við seg, eru tað mýsnar og høsnini, ið eiga ein part av løtuni í hesum fína, vakra vadmalslendi í heilakervinum.

Vinur er hann, ið vomm sær og fer at rætta honum ella henni eina hond at bøta um støðuna. Nánd, ið er heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, ger eitt megnararbeiði til gleði og gagns fyri mong, har kroppurin er viknaður.

Jú, kanska kunnu vit siga, at høsnini og mýsnar hava tað strævið. Stendur tú eina góða løtu framman fyri myndini eftir Kvium og starir at heilanum, so fer heilin at liva, og tú hugsar:

-Hvussu hevur heilin í mær tað? Hvussu nørir hann um kroppin ella avskeplar hann í
heilakervinum?

Tað hevur alstóran týdning, at vit røra okkum. Nú eru mong fólk farin at ganga um fjallagreinar, ganga túrar og renna. Hetta ger, at ferð kemur í seinna lagi á, at vit sum kúgvahali fara at vaksa niðureftir.

Kúgvahali

Ofta verður hetta orðið brúkt, men rættast er at brúka orðið neytahali. Ja, tað er nógv vakurt, ið stingur seg upp í sinnið, tá ið tað snýr seg um kúnna. Tá ið neytini komu út um liðini á vári, varð sitið hjá teimum, so tey kendu seg trygg, og ansað varð eftir, at tey ikki fóru aðrar vegir og steðir. Tá ið ein tíð var umliðin, vórðu neytini rikin yvir í Skarðhaga, ið er hagin oman fyri Hellurnar, yvir á Heltnina. Hetta var á jóansøku, og á ólavsøku vórðu tey aftur rikin til Fuglafjarðar í Innandals.

Meðan tey lógu á hesum støðum, varð gingið til neytar. Onkuntíð vóru neytini ikki at finna, so varð sagt at grísa, tá ið leitað varð eftir teimum. Tað kundi vera óveður, og neytini vóru farin av leið, og neytakonurnar komu aftur við tómari dyllu. Tað varð sagt bæði um neytini, at tey grísa, og um neytakonurnar.

Tað er nógv at siga um halan. Tað er so vakurt við øllum teimum flytingunum, sum eru í málinum. Jú, vit láta við halanum, og sanniliga er tað øðrvísi nú afturímóti fyrr, tá ið vit enn vóru ung. Vit eru vorðin meira smoykin og lot. 

“Hann, ið kúnna eigur, gongur halanum næstur,” sigur orðatakið, og tað merkir, at ein ansar best sínum. Soleiðis hevur tað altíð verið. Mia mostir var ein Guds vinur. Mamma var ring av liðagikt, og Mia kom mangan yvir til okkara, til Fuglafjarðar, at bøta upp á støðuna. Mamma doyði bert 67 ára gomul av hesi sjúku.

Alt er broytt til tað betra. Jú mong eru ellisvomm, og vinur er hann, sum vomm sær. Nú hava vit eldru tað gott. Systir mín, Mathilda, hevur eisini liðagikt og er 82 ára gomul, men liggur á Ellisheiminum í Runavík og hevur tað gott. Deiligt er at vitja hana og merkja, at kroppur og sál dansa ein feginsdans til gleði og gagns fyri hana og okkum, sum vara av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…
Laksur er Føroya olja
Pýramidan skal vendast
Ólavur er nú EB/­Streymari
Hamradun á Summar Festivalin
Skyn Cup 24 í Gundadali
10 spurningum (og svar) um kristnu trúnn…
EM-Skotið: Portugal kemur langt
Nógv drift á Djúpumýru
BEINLEIĐIS - EM studio í Betri Banka
Suðuroyar Sparikassi stuðlar flogbóltinu…
Klassisk heimspremiera í Varpinum
Norðoya­tunnilin stongdur
Kokkahjálpari fingið prógv á TSK
Elduvíkarvegurin
Økistónar fara av bakkastokki
Nýggjur samskipari settur á Báta- og lis…
Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð
Vøllurin verður skiftur