Lýsing
Lýsing
Lýsing

Peningaskipanin

SKRIVAÐ: Birgir Jakobsen  |  09.12.2023 - 15:01 Lesarabrøv Vinna

Núverandi peningaskipan er við at hvørva, og ein nýggj heilt øðrvísi skipan er um at verða sett í gildi, í staðin fyri ta skipan vit hava.

 

 

Bankin hevur trekt seg longur og longur frá kundunum. Vit fingu, fyri nøkrum árum síðani, gjaldskort til at nýta í handlum og sjálvtøkum, sum nógvar vóru av ta fyrstu tíðina. Hesi kort gjørdu at vit høvdu minni samband við bankan.

Fyri bert fáum árum síðani hendi so tað, at ein stórur partur av sjálvtøkunum bleiv tikin niður. Nú máttu fleiri við bili ella bussi fyri at koma til nærmastu sjálvtøku ella banka.

Nú hendir so tað at 1000 krónuseðilin verður avtikin.

Tað sum skjótt kemur at henda, er at 100 krónuseðilin eisini verður avtikin, men ikki bert hann, tí eisini restin av øllum reiðum peningi verður avtikin. Allir seðlar og allar myntir verða avtiknar. Tað verður liðugt við tí.

The Rothschilds, sum eiga so at siga allar fyritøkur í heiminum, eiga og umsita eisini núverandi kortskipanir, og fleiri bankar. Teir stýra og ráðgeva so, at teir kunnu binda øll niður til at verða stýrd av teimum, so at teir kunnu hava ræði yvir øllum menniskjum. Hetta koma teir millum annað at gera á tann hátt, at teir koma at bjóða øllum menniskjum at taka sokallaða “merkið” á seg, og tann ið ikki vil taka merki teirra á seg, kann hvørki keypa ella selja. Ja, tann ið ikki vil taka merkið, sum teir bjóða, kann ikki fara til handils at keypa nakað at stilla svongdina við. The Rothschilds fara at seta sum krav at eingin skal kunna keypa ella selja, um ein ikki góðtekur teirra peningaskipan.

í Opinberingini kapittul 13, frá versi 16 stendur:

Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at seta sær merki á høgru hond ella á pannuna, so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess. Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.

 

 

Øll lond og allir bankar yvir allan heimin fara at góðtaka nýggju peningaskipanina. Hetta koma øll lond og øll stýri at gera, tí at tey kenna ikki Orð Guds, og tey sum kenna tað, leggja einki í tað. Tey fara at gera sum teimum listir.

Skipanin er løtt at nýta, og ger at øll inntøka kann verða skattað. Hartil kunnu myndugleikar halda eyga við øllum menniskjum, hvar tey so eru.

Nógv menniskju fara tíverri at taka merkið á seg. Stóri trupulleikin er, at tann ið tekur merkið á seg, verður glataður. Hetta síggja vit í Opinberingini kapittul 14.

Frá versi 9 stendur:

Triði eingilin fylgdi aftan á teimum; hann segði við harðari rødd: “Tilbiður onkur dýrið og mynd tess – tekur hann merkið á pannuna ella á hondina - so skal hann drekka av vreiðivíni Guds, sum óblandað er skonkt í vreiðibikar Hansara; og hann skal verða píndur við eldi og svávuli fyri eygum hinna heilagra eingla og lambsins. Roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir, og tey hava ikki hvíld – hvørki dag ella nátt – sum tilbiðja dýrið og mynd tess, og ein og hvør, sum tekur merki navns tess. Her ræður um tol hinna heilagra, sum halda fast við boð Guds og trúnna á Jesus!”

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen