Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.12.2023 - 00:35 Tíðindi Veðrið

Í vikuni fer ættin fyrstu 3 dagarnar ella so at liggja vestaneftir. Ikki beinur vestan alla tíðina, men harumkring. Ættin fer so við og við at hava hug at hækka upp ímóti útnyrðingi, og sum viðurskiftini eru í kvøld, so fer hann at hækka hósdagin og fer eftir tað at liggja av útnyrðingi og norði restina av vikuni.

Í vikuni fer ættin fyrstu 3 dagarnar ella so at liggja vestaneftir. Ikki beinur vestan alla tíðina, men harumkring. Ættin fer so við og við at hava hug at hækka upp ímóti útnyrðingi, og sum viðurskiftini eru í kvøld, so fer hann at hækka hósdagin og fer eftir tað at liggja av útnyrðingi og norði restina av vikuni.

Eisini í vikuskiftinum – sum er tollaksmessudagur og jólaaftan.

Hendan vikan endar við jólaaftan, og tað er altíð spennandi at fáa at vita, um jólini í ár verða hvít. Tað kann gott henda, men lat okkum taka tað dag fyri dag. Og lat tað verða sagt alt fyri eitt, at talan er um veðrið 7 dagar fram í tíðina, og tað er langt, tá ið tað kemur til veðrið.

Nógv kann henda. Men her er tað nýggjasta.

Mánadagin: Hann liggur av útsynningi um náttina og tíðliga um morgunin, 5 til 10 m/s, meðan tað er smáskýggjað og ælaveður. Men so fer vindurin at veksa. Á middegi er vindferðin komin upp í 13 til 18 m/s, tað er blivið samdrigið og regn. Seinnapartin fer hann úr útsynningi upp í vestan og veksur vindin upp í 15 til 20 m/s, meðan tað er smáskýggjað og ælaveður, eisini við kavaafalli. Í annaðkvøld minkar vindurin aftur, og á midnaátt eru 5 til 10 av vestri, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 9 stig.  

Týsdagin: Um náttina minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s av vestri, tað er smáskýggjað og ælaveður, í støðum eisini við vátakava. Út á fyrrapartin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, framvegis smáskýggjað og ælaveður við regni ella kava. Seinnapartin fer vindurin at veksa, meðan ættin hækkar. Um nátturðatíð eru 10 til 15 m/s av útnyrðingi, tað er enn smáskýggjað og ælaveður við regni ella kava. Um kvøldið minkar vindurin, og á midnátt eru 5 til 10 m/s. Hitin týsdagin 2 til 6 stig.

Mikudagin: Um náttina 5 til 10 m/s av útnyrðingi, smáskýggjað og ælaveður. Út á morgunin og seinnapartin er vindurin minkandi, meðan ættin gongur úr útnyrðingi og niðureftir. Tá ið komið er nakað út á seinnapartin, er eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Tað sum er eftir at mikudegnum fer vindurin at veksa upp í  13 til 18 m/s – fyrst av vestri síðan útnyrðingi. Tað er samdrigið og regn ella kavaavfall.  Hitin mikudagin 2 til 7 stig.

Hósdagin: 8 til 13 m/s av norði, samdrigið og kavaæl. Út á seinnapartin minkandi niður í 5 til 10 m/s, um kvøldið útnyrðingur og veksandi vindur upp í 10 til 15 m/s. Allan dagin skýggjað og kavaavfall. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

Fríggjadagin: 10 til 15 m/s av útnyrðingi, skiftandi skýloft og kavaæl. Út á dagin minkandi vindur, um kvøldið eitt lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, samskýggjað og bert okkurt kavaælið. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.  

Leygardagin - tollaksmessudag: Millum útnyrðing og norðan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 kuldastigum upp í  2 hitastig.

Sunnudagin - jólaaftan: 3 til 8 m/s av útnyrðingi, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…