Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  20.12.2023 - 08:51 Poddar Mentan Tíðindi

 

Orðini hjá Lukasi, evangelisti, ”Óttist ikki!” (Luk. 2:10) hava verið partur av boðskapinum her við stóru høgtíðina um árslok í eini nítjan hundrað ár. Lukas sigur okkum, at tað var ikki hvør sum helst, sum varð borin í heim í Bethlehem fyri tveimum túsund árum síðani. Skapanarverkið peikaði á krubbuna við stjørnuni, og lovsangur hoyrdist úr rúmdini. Og at tað ikki bara var ein og hvør, ið lá í krubbuni, hava vit sannað nú tvey túsund ár seinni. Gjøgnum øldirnar hava milliardir av menniskjum sett sítt álit á hendan nýføðingin, bæði í lívi og í deyða – og hendingin er eins viðkomnandi nú, sum hon var tá.

 

Orðini ”Óttist ikki!” eru sanniliga eins aktuell nú, sum tey vóru tá. Vit høvdu vant okkkum við eitt langt tíðarskeið, har alt sá ljósari út; framstig kendist á flestu økjum, og veruligt kríggj hevði ikki verið í Europa síðani seinna heimsbardaga. Men so kom ein fremmandur og heilt ókendur gestur, Covid-19, og gav okkum ein ordiligan framaná. Tá vit vóru um at hava bast Corona, leyp Putin á Ukraina, og Vesturheimurin torir ikki at gera nakað veruligt fyri at steðga Putin, tí vit vita, at hann hveppir seg ikki við at nýta kjarnorkuvápn, um hann verður kroystur.

 

Og omaná tað heila komu 1.200 ísraelsk lív at kosta 16.000 palistinesisk lív. Heimurin kókar, og vit vita ikki, hvussu endin verður. Fyri mongum kennist tað kannska stundum eins og orðini hjá Jesusi á krossinum ”Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” (Matt. 27:46 – Sálm. 22:2), eru meira hóskandi til løtuna, enn stóru lyftini jólanátt, um frið á jørð og um ikki at óttast.

 

Knøtturin, vit búgva á, hevur ein stóran trupuleika, og tað er, at tað búgva menniskju á jørðini. Menniskju, sum kunnu vera so óendaliga góð og so óhugnaliga ónd, so framúrskarandi klók og so ómetaliga tápulig, sum eru før fyri at gera næstan guddommilig framstig og at byggja upp, men sum samstundis eru før fyri at nýta somu vitan og førleikar til at beina fyri øllum í sjálavsóknum villskapi.

 

Dag Hammarskjöld, fyrrverðandi aðalskrivari í ST, tók soleiðis til: ”Tað er bara ein, ið kann bjarga heiminum, og tað er Kristus!” Hann hevði, um nakar, verið vitni til heimsins neyð og orrustur. Men hann sá samstundis, at krubban og krossurin og tann boðskapur, tey bera um frið, sátt, semju og vón, eru tað einasta ið kann bjarga mannaættini, bæði nú og hereftir. Sum aðalskrivari Sameindu Tjóða visti hann væl, hvat mannaættin er før fyri av óndum og góðum.

 

Men hann sá samstundis, at tað finst ein øðilig megi í øllum maktarloysinum og allari eyðmýkdini, sum bleiv sjónlig í krubbuni og á krossinum – at eyðmýkdin og kærleikin kunnu flyta fjøll. Neyðarróp Jesusar á krossinum bleiv heldur ikki endin, men byrjanin til ein sigur, sum er galdandi enn, og ein heimsumfatandi felagskap, ið ikki kennir tíðarmørk.

 

Frásagnirnar hjá evangelistunum um stjørnuna, um vísu menninar, um himmalska lovsangin, um eyðmjúku hirðarnar, fátæku foreldrini, krubbuna og fjósið eru ikki bara jólahugni, men eisini eini boð um, hvør Jesus verulig var og er – eyðmjúkur tænari og himmalskur drottur, ein av okkum og ein hinumegin frá.

Røddin úr ævinleikanum jólanátt, sum segði ”Óttist ikki!” er sama røddin, sum skapti alt í upphavi, og sum enn skapar og uppiheldur øllum. Jesus hevur ikki lovað at kveistra burtur allan ótta og allan mótgang, men hann lovar at leiða okkum gjøgnum trupulleikarnar og inn í gleðina, tí kristna lívið, lívið í jóla- og páskaglæmuni er ikki ein ferð út í tilvildina ella inn í tómleikan, men ein ferð móti ævinleikanum og fullkomileikanum. Tí sum Jesus sjálvur segði: ”har, sum eg eri, skulu tit eisini vera.” (Joh. 14:3 – 12_26 – 17:24)

 

Heilsanin hinumegin frá jólanátt um eini stór gleðiboð, eru av sonnum eini góð tíðindi, tí tey siga, at vit eru aldrin einsamøll, heldur ikki i einseminum, óttanum ella neyðini, tí Skaparin ferðast saman við okkum. Og soleiðis kunnu vit halda jól við gleði og fara inn í nýggja árið við góðum treysti og lova at elska meðskapningar okkara, eins og Skaparin elskaði okkum í lítla barninum í krubbuni!

 

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg