Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.01.2024 - 05:40 Tíðindi Veðrið

Seinastu 3 vikurnar var veðrið nokkso støðugt. Soleiðis sum veðrið var mánadag, fór veðrið at vera restina av vikuni. Soleiðis verður ikki hesa vikuna. Als ikki

Trý lágtrýst fra at gera um seg hesa vikuna og gera mun í veðrinum í Føroyum.

Tað fyrsta fer í nátt í ein landnyrðing ímillum Føroyar og Hetland. Týskvøldið og mikunáttina fer tað næsta at nærkast okkum, og tað fer beint tvørtur um Føroyar. Tað triðja er longri burtur, kemur ikki nær, fer at leggja seg á leiðirnar sunnan fyri Reykjanes í Íslandi.

Tá ið lágtrýst koma so nær, so fara vit at hava skiftandi veður við øllum ættum innan stutt tíðarskeið, sum tit fara at síggja í forsøgnini niðriundir.

Veðrið næstu 5 dagarnar – dag fyri dag:

Mánadag: Í nátt hevur ættin verið norðan, vindferðin um 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella æl við vátakava. Fyrrapartin fer ættin at ganga ímóti útnyrðingi, vindurin fer at minka eitt sindur, niður í 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið og ælaveður við regni men kanska eisini við vátakava, og umleið soleiðis kunnu vit vænta veðrið at vera restina av degnum. Hitin 2 til 7 stig.

Týsdag: Um náttina lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin niður í 3 til 8 m/s. Fyrrapartin sunnan, seinnapartin landsynningur og um kvøldið eystan. Loftið er smáskýggjað og turt, til komið er út á seinnapartin, og hann kemur av landsynningi. Tá er samdrigið og regn ella ælaveður við váta ella kava. Um kvøldið eru 10 til 15 m/s av eystri, samdrigið og kavaavfall. Hitin aftur 2 stig báðumegin frostmarkið. Hitin 1 til 8 stig.   

Mikudag: Veksandi vindur av útnyrðingi, upp í 13 til 18 m/s um morgunin, samdrigið og okkurt ælið. Út á fyrrapartin minkar vindurin, og á middegi eru 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin og um kvøldið 5 til 10 m/s av útsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 9 stig.   

Hósdagin: Um náttina og allan fyrrapartin sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s, tað verður samdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í vestan, minkar vindin niður í 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður við vátakava ella kava. Hitin 2 til 8 stig.  

Fríggjadagin: Um náttina og um morgunin vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við vátakava ella kava. Út á fyrrapartin fer ættin niður í útsynning, og vindur veksur upp í 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin fríggjadagin 2 til 7 stig.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Pison inni við góðum 100 tonsum
Hjarnar eru svangir
Skifti í leiðsluni
Ruddingarátak í Kalsoy
FM Radio: Spælið gjørdist betri og betri
Oddbjørn Joensen valdur í kirkju­ráðið
Ókeypis fyrilestur við skíggjaser­frøðing…