Minnir um tvingsilsflytingina av Thule-búgvum
At Landsstýrið nú er farið í part við stóru aktørunum í ferðavinnuni fer at gera, at jarðareigarar á bygd verða beindir av vegnum til frama fyri hópferðavinnu. Tað fer at gera tað óliviligt úti í bygdunum kring landið, og bygdafólkið verður harvið trýst til at flyta. Tað minnir um, tá upprunafólkið í Thule bleiv tvangsflutt av myndugleikunum. Tá var tað fyri at gera rúm fyri einum hernaðarbasa, í Føroyum er tað fyri at gera rúm fyri hópturismu, sigur Mikkjal Joensen partaeigari í Sp/f Visit Kallur
- “Vit hava ongan hug at søkja um stuðul, tí vit vilja klára okkum sjálvi. Einasti stuðulin, vit hava tørv á, er stuðul til at stríðast ímóti hesum garvilla Landsstýrinum, vit hava.”, sigur Mikkjal Joensen í Kallsoynni, sum eigur 50% av Sp/f Visit Kallur, ið hann rekur saman við soninum. Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Mikkjal Joensen fyri at vita, hvussu ætlanirnar hjá Landsstýrinum um gongd í haga ella burðardygga ferðavinnu fara at raka hann og hansara virksemi. Vit geva Mikkjali orðið:
- “Eg haldi ikki, at tað sær gott út. Vit missa rættin hjá okkum at taka pening frá útlendingum, og so fáa vit ikki arbeitt við ferðavinnu meira. Vit hava longu gjørt íløgur í gravimaskinu og dumpara at gera gøtu út í vitan (fýrin), og tað er privat fíggjað, men uttan inntøkurnar frá turistunum fer tað fyri skeytið.
- Inntøkurnar frá ferðavinnuni, sum vit higartil hava kunnað kravt, hava verið við til at lyfta smáplássini – og tað er ongin loyna, at smáplássini standa fyri hóttafalli. At hava kunna rikið ferðavinnu hevur gjørt stóran mun til tað betra, men nú fer alt tað fyri bakka. Vit eru í ferð við at gera eina gøtu, og kundu hugsað okkum at gjørt móttøkuhøli her í bygdini, har fólk kunnu koma inn at sita og keypa sær kaffi. Longur frammi í tíðini kundu vit kanska opnað eina matstovu og eitt løggilt slaktarí. Men fyri at kunna gera nakað av hesum hava vit tørv á inntøkunum frá ferðavinnuni.
- Um vit bara fingu arbeiðsfrið, so fingu vit innkrevjingina at gjalda íløgurnar fyri. Vit hava higartil staðið fyri kunningini og svarað ymiskum spurningum, sum ferðafólkini hava. Eisini hava vit traðkað til, um ferðafólk ikki eru sloppin avstað aftur, og vit hava ráðgivið á ymiskar hættir, umframt at her eru longu fleiri privatir bussar, ið taka sær av koyringini. Tað hevur riggað væl higartil. Nú vil tað almenna, at onnur skulu taka yvir, og at vit kunnu søkja um stuðul heldur enn at reka vinnu á vinnuligum grundarlagi, og tað verður ein katastrofa.
- Eg haldi ikki, at tey, sum eru í ferð við at broyta lógarverkið, reiðiliga vita, hvønn tey arbeiða fyri. Tey arbeiða fyri stórkapitalin og ímóti okkum smáu. Ætlanin er, at vit skulu fáa stuðul til akkurát at hava til dagin og vegin, meðan stórkapitalurin fer avstað við øllum tí veruliga avkastinum av virkseminum á okkara jørð.
- Vit hava gjørt hetta í fleiri ár og blíva ikki við at vera amatørar. Vit hava skipað viðurskiftini í mun til teir karmarnar, vit hava, men beinanvegin vit fóru at vinna pengar burturúr tí, so komu onnur brádliga inn og vildu taka yvir. Vit hava skapt arbeiðspláss í bygdini, sum nú eru í stórum vanda fyri at detta burtur”.
At enda hevur Mikkjal Joensen eina áheitan á politiska myndugleikan, ið er at taka seg saman og ikki lata seg stýra, tí við fyriliggjandi uppskoti liggur leiðin víðopin fyri stórkapitalin at knúsa smáu aktørarnar í ferðavinnuni.