Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.02.2024 - 19:41 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stundar til, fer veðrið í Føroyum at verða myndað av lágtrýstum, sum fara at liggja við leiðirnar við Kappan. Tað er nokkso langt vekk frá okkum, men tey eru djúp og fara at fevna um stóran part av Norðuratlantshavi.

Føroyar fara at liggja í landsynning úr miðjuni á hesum lágtrýstum, og tí fer ættin her hjá okkum fyri tað mesta at liggja um útsynning.

Lágtrýstini fara at draga kalda luft í Norðurkanada til sín og sleingja hana víðari ímóti okkum, og tí fer aftur at kølna eitt sindur, og vit fara at hava løtur við kava.

 

Mánadag:

8 til 13 m/s av útsynningi, smáskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Um kvøldið fer ættin niður í sunnan, og vindurin veksur upp í 10 til 15 m/s, tað dregur á luftina og fer at regna. Týsnáttina støkkur hann vesturum til vestan, gerst klárari og slítur í. Vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s. Hitin millum 5 og 8 stig, men um náttina niður ímóti frostmarkinum.  

 

Týsdag:

Um morgunin 8 til 13 m/s av útsynningi, smáskýggjað ella klárt og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin dregur á luftina, og vit fáa ælaveður – at byrja við bert við regni, men sum frá líður eisini við vátakava og kava. Mikunáttina veksandi vindur upp í 13 til 18 m/s av suðuri, skýggjað og regn. Hitin millum 2 og 5 stig, men um náttina niður í frostmarkið.

 

Mikudagin:

Um morgunin og nakað út á seinnapartin 10 til 15 m/s av suðuri, samdrigið og regn. Seint seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning ella vestan, vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s, tað gerst klárari og slítur í – tó ælaveður í støðum við regn ella vátakava ella kava. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Hósdagin:

Allan dagin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Fríggjadagin:

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið veksandi upp í 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður við regni ella kava. Hitin 2 til 7 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fípan Fagra flotað
Føðingardagshald í Skálkur Klaksvík
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua sam…
Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogból…
Ummæli: 'Bakka' ein heimildarfilmur um B…
Flaggdagshald í Vágstúni
Virkin saman og hugbundin
At vera skóti gevur lærdóm fyri alt lívi…
KRF: Opið neyst í dag kl. 17
Ribarhús í Fuglafirði
Havnin ímóti Klaksvík í Bónus steypaf­ina…
Møgulig Liverpool meistaraveitsla í Royk…
Lítla Luks er ein dreymur vorðin verulei…
Fjølmiðlar, fólkaræði og fávitska
Jógvan Andrias Eliasen verður 85 ár
Endur­nýtslan stongd flaggdagin
Atlantic Airways 27 mió. í avlopi í 2024
Lasse Klein heldur flaggrøðu í Klaksvík
Virkin spurnarkapping
 Takk til politisku skipanina