Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Karl Thomsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.03.2024 - 13:30 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer veðrið í Føroyum at vera myndað av einum lágtrýstið, sum stendur yvir Bretlandi. Tað dregur kalda luft til sín, og tí er eitt høgættarrák ímóti Føroyum í dag og í morgin afturat við kaldari luft. Hitalagið liggur um frostmarkið, og avfallið sum er, fer at vera meira vátakavi ella kavi heldur enn regn.

Lágtrýstið fer at vikna leygarkvøldið og taka seg eitt sindur norðureftir. Tí broytist veðrið eitt sindur hjá okkum. Vit fara at fáa eitt sindur lýggjari luft ímóti okkum eystaneftir og seinni av landsynningi, og avfallið fer eftir tað at vera meira regn enn vátakavi ella kavi.  

Vindferðin hevur ligið um 5 til 10 m/s í morgun av norði, men er seinnapartin vaksin upp í 10 til 15 m/s. Skýloftið restina av degnum yvirhøvur samdrigið, og so kunnu vit rokna við avfalli, bæði sum regn ella vátakavi, í støðum kavi. Hitin fer at liggja 2 stig báðumegin frostmarkið.  

Í morgin fer hann at liggja av norði ella landnyrðingi, vindferðin fer at at liggja um 10 til 15 m/s, skýloftið framvegis skýggjað og eitt sindur av avfalli í ælum við kava ella vátakava. Um kvøldið dregur samanum, og sum frá líður fer at regna. Hitalagið í morgin úr frostmarkinum upp í eini 4 stig, men um kvøldið eitt sindur lýggjari, upp í 6 stig.

Sunnudagin minkar vindurin niður um 10 m/s, og ættin gongur niður í eystan. Fyrra part av degnum hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið, men sum líður á dagin lækkar hann niður í landsynning, tað verður samdrigið og samregn. Hitin millum 3 og 7 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…