Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi maðurin við borðendan í Føroya Banka

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  21.03.2024 - 20:30 Tíðindi Vinna

Birgir Durhuus er nývaldur formaður í nevnd bankans eftir aðalfundin í dag, sum gjørdist rættiliga friðarligur. Birgir er svágur konu Árna Skaale og hevur í nógv ár verið partaeigari í Look North.

Tað gjørdist ein friðarligur aðalfundur í Føroya Banka í dag. Vinningsbýtið á einans 80 milliónir krónur, soleiðis sum tað var skotið upp av nevnd bankans, bleiv samtykt uttan nakað mótmæli frá møttu partaeigarunum. Heldur ikki nevndarvalið bleiv nakað kjakmál, hóast bæði forkvinnan Birita Sandberg Samuelsen og næstformaðurin Rúni Vang Poulsen ikki blivu afturvald. 

Birita Sandberg Samuelsen, fráfarandi nevndarforkvinnan í Føroya Banka, heldur sína síðstu framløgu í bankanum. Hon endaði framløguna við at takka fyri seg.

Nýggju limirnir í bankanevndini eru Árni Rasmussen, fyrrverandi stjóri í Tjaldur, og Anfinn V. Hansen, advokatur. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Birgir Durhuus sum formanni og Anfinn V. Hansen sum næstformanni. 

Tað er nýggi stóri partaeigari bankans, Gullak Madsen, fyrrverandi reiðari, sum skjeyt nýggju nevndarlimirnar upp. Spurdur um orsøkina til broytingina í nevndini, svaraði Gullak, at hann onki hevði ímóti sitandi nevnd, men at hann hevði stórt álit á teimum báðum Árna Rasmussen og Anfinn V. Hansen. So tað eru hansara menn, sum nú eru valdur inn fyri fráfarna formansskapin. 

Nýggi nevndarformaðurin Birgir Durhuus hevur sitið í bankanevndini í tvey ár, og er hann nú valdur aftur í nevndina í tvey ár aftrat. Birgir hevur sum nevnt tilknýti til Klaksvíkina, tá hann er versonur Olaf á Grønastøð og tí svágur Haldis, konu Árna Skaale, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin. Hann er eisini partaeigari í LookNorth, har Árni er høvuðspartaeigari og nevndarlimur. Til dagliga arbeiðir Birgir sum íløgurøktari í hedgefondinum Absolute Return Partners, sum heldur til í London, har hann tók við sum partnari í apríl í fjør. Saman við familjuni er hann búsitandi í Keypmannahavn. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing