Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ eigur níggju av 20 landsliðsleikarum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.03.2024 - 23:34 Ítrottur Tíðindi

KÍ eigur áleið helvtina av landsliðsleikarunum.

FSF skrivar: Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli 5. og 9. apríl.

Fríggjadagin 5. apríl fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.

Fyrsti dysturin í kappingini er á útivølli móti Grikkalandi, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl verður spælt á útivølli móti Montenegro.

Signe Pries Andersen er venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og hon hevur nú kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til ársins fyrstu EM uppgávur.

Hópurin
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Valborg Østerø, B36
Rúna Jacobsen, HB
Sunniva Willemoes, HB
Fridrikka Klementsen, HB
Margunn Lindholm, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Laumhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Lea S. Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur

Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

Sjálvt EM-endaspælið fyri kvinnur verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing