Lýsing
Lýsing
Lýsing
Símun í venjingarhølunum, har nógvir tímar verða brúktir | Mynd: Jóhann Lützen

Føroyameistarin í inniróðri: Fara eftir at vinna á Klaksvíkingi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.03.2024 - 09:56 Ítrottur Tíðindi

Símun Heinesen vann herfyri føroyameistaraheitið í inniróðri (innandura kappróðri) fyri U23. Hann róði 2.000 metrar. Norðlýsið gjørdi samrøðu við føroyameistaran, har hann setir orð á tað at vinna, men ikki minst fortelur um venjingina fram til FM í útiróðri í summar, har hann sum partur av manningini av Nólsoyar-Páll hevur sett sær fyri at syfta sjálvan Klaksvíking, sum hevur verið at kalla einaráðandi seinastu árini.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Símun er klaksvíkingur, og hetta er 5. árið, hann rør kapp. Men hetta er fyrstu ferð, hann vinnur medalju og av tí sama sjálvandi eisini fyrstu ferð, hann gerst føroyameistari. Hann vil tí ikki siga, at hann var favorittur at vinna; sterkasti kappingarneytin hevur vunnið eina skandinaviska kapping, og Símun var bert ½ sekund framman fyri hann.

Til gerandis arbeiðir Símun á Föroya Bjór, og tað kennist sum um hann er helvtina av degnum har og helvtina í kappróðrarneystinum, sigur hann við Norðlýsið. Í neystinum venur hann, og teir hava eisini gjørt kappróðrarbátin til reiðar til í summar. Venjingin er 5 ferðir um vikuna, tó eitt sindur minni beint áðrenn kappingina, tí tað er neyðugt at taka tað róligt tá. Símun sigur soleiðis um sína karrieru sum kapprógvari:


Byrjanin

– “Eg byrjaði at rógva kapp í 2019, og tá var tað við fimmmannaførum hjá dreingjum. Teir mannaðu fyrst fimmmannafarið Karin, har tað rakk til eitt 3.-pláss, og eg fór so víðari til Sævarmoy, har tað eisini gjørdist eitt 3.-pláss, síðani til Páll Fanga, har tað bleiv eitt 2.-pláss, og í 2022 bleiv tað so til eitt 1.-pláss við Páll Fanga. Í 2023 var eg við Nevinum Reyða, har tað eisini gjørdist eitt fyrstapláss, og nú eri eg við tíggjumannafarinum í ár, har ætlanin sanniliga eisini er at fara eftir einum fyrstaplássi”, sigur Símun.


Fara í bátarnar fyrr enn áður

Um kappingina í ár sigur hann, at: – “Vit byrja beint nú (10. mars, blaðm.). Hatta við at byrja flaggdagin er ein farin tíð; vit fara út nógv fyrri fyri at fáa neyðugu venjingina til at vinna. Til innanduraróður er tað nakað av teknikki, sum skal til, men tað kann slett ikki samanberast við uttanduraróður, har ein nógv størri partur er teknikkur, tí har ert tú ikki einstaklingur sum í inniróðrinum, men skalt rógva saman sum eitt lið. Ja, góður teknikkur er heilt einfalt mátin at vinna ein uttanduraróður uppá”, avdúkar Símun fyri Norðlýsinum.

Venjingin fer fram bæði á Fuglafirði og á Vágni í Klaksvík, alt eftir hvar veðrið er betri; tó venja teir eisini til tíðir, tá í alda er í sjónum, fyri eisini at fáa ta venjingina. Tveir í manningini saman við Símuni eru fuglfirðingar. Manningin á Nólsoyar-Páll er næstan tann sama sum á áttamannafarinum Nevinum Reyða, har ein einstakur er skiftur út, og so eru hesir báðir fuglfirðingarnir komnir afturat og gera tað harvið til 11 mans íroknað róðursmannin (m/k).

– “Vit eru allir góðir vinmenn umborð og í neystinum, og hóast onkur speisk viðmerking fellur til tíðir, so er tað bara til stuttleikar”, greiðir Símun frá.


Tað verður lagt nógv fyri

– “Eg fann út av, at tað lá heilt væl fyri hjá mær í inniróðri, rættiliga tíðliga. Ein skal hava langar armar og long bein, og teir eldru í neystunum vístu mær á, at eg hevði teir eginleikarnar. Magnus Norðberg var venjari, og hann tilrættalegði so programmið hjá mær. Januar til mars snýr tað seg um inniróður, og síðani verður fokus sett á uttandurakappróður frá mars av og til á ólavsøku”, sigur nýkosni føroyameistarin í inniróðri.

– “Tað er ikki vanligt við venjing um heystið ella um veturin áðrenn januar, men eg havi so valt at halda meg í form tá eisini. Endamálið er at betra um tíðirnar hjá mær og eisini at fáa fyrimunir fram um hinar. Eg havi róð inniróður fyrr, men tey úrslitini vóru ikki framúr góð, men nú rakk tað so til eitt fyrsta pláss, so ein kann siga, at venjingin í heysthálvuni gevur úrslit”, sigur Símun Heinesen.

– “Tað handlar eisini um svøvn, um kost, um at geva alt í rógvimaskinuni, um fyrireiking, og at venja frammanundan gevur ein góðan grundform, áðrenn tað er ekstremt intens venjing seinastu 3 vikurnar. Til ber eisini at venja við vektum, men eitt orðatak millum rógvararnar er, at um tú orkar at venja vektir aftaná róður, so hevur tú ikki sett nóg mikið á undir rógvingini”, sigur Símun.

 

Símun tosar við tveir yngri rógvarar í snotuligu nýggju hølunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag

 


So er tað Føroyameistaraheitið

– “Eg setti meg í maskinuna, sløkti heilan og legði lívið í at rógva hart í maskinuni. Til ber at síggja grafikk, men tað bleiv róð í 2 riðlum (heats), so tað bar ikki til at pace’a tað, sum tað eitur á kappróðrarmáli. Sterkasti kappingarneytin róði í fyrra riðlinum og eg í seinna, so eg fekk ikki lagt meg eftir at vera framman fyri hann undir sjálvum róðrinum. Eg mátti bara pressa meg av øllum kreftum, og tað eydnaðist so at enda framman fyri hann við hálvum sekundi”, sigur ein errin Símun Heinesen.


Intern kapping um FM í útiróðri

Um kappingina nú í summar sigur Símun, at – “Vit skulu kappast ímóti einum góðum tíggjumannafari, sum er Klaksvíkingur, og sum hølvaði alt av í fjør”, sigur hann, og heldur fram: – “Vit vita ikki ordiliga enn, um Norðingur eisini verður við í ár, og teir (manningin á Norðingi frá í fjør, blaðm.) tykjast ikki vera vísir í tí heldur, so vit bíða bara”, sigur Símun.


Framtíðin

Komandi lestrarár eftir summarfrítíðina Símun sær til Aalborg í Danmark at lesa virkisbúskap ella erhvervsøkonomi, sum tað eitur har, men hann fer avgjørt ikki at leggja árarnar inn av tá. Tvørturímóti fer hann at royna at finna eitt gott danskt róðrarfelag, og hann dylir ikki fyri, hvør fyrimyndin hjá honum er:

– “Eg havi sett mær fyri at gerast tann næsti Sverri Sandberg Nielsen”, sigur Símun at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing