Lýsing
Lýsing
Lýsing

Earth Hour og tiltak í Fuglafirði

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.03.2024 - 08:42 Tíðindaskriv

Fyri áttandu ferð skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygarkvøldið 23. mars frá kl. 20.30 til 21.30. Tá verða øll gøtuljós í kommununi sløkt.

 

Eitt Earth Hour tiltak verður í Fuglafjarðar kirkju leygarkvøldið kl. 20.30, har Fuglafjarðar sangkór syngur, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan varar í áleið 1/2 tíma.

Kommunan heitir á stovnar, fyritøkur, handlar, feløg og einstaklingar um at sløkkja ljós inni og úti í tann mun tað ber til. Í fleiri húsum ber helst ikki til, tí pálmasunnudagur er dagin eftir, og tá eru fleiri, sum fyrireika seg til konfirmatiónir.

Kommunan minnir fólk á at ansa sær og at brúka endurskin, um tey ganga ella koyra hendan tíman, tí úti er bølamyrkt.

Earth Hour er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á hart trýsta náttúru-margfeldni, umhvørvis-trupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkomin av ovurnýtslu. Tí verða øll óneyðug ljós sløkt stórt sæð um allan heim, allastaðnis í tímanum millum kl. 20.30 og 21.30, eisini í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing