Lýsing
Lýsing
Lýsing

MEST latið tvíkiljuna Heinanøva til Hiddenfjord

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.03.2024 - 10:30 Tíðindaskriv Vinna

“Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Og serliga tað at eisini henda tvíkiljan var latin til tíðina”, segði Mouritz Mohr, stjóri á MEST í røðu umborð.

 

Henda næsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord. Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november 2023.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heinanøva”, er bygd til aliøki í Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð nevndi hann millum annað, “Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðinum heilt frá byrjan av. Líka frá strikunum á Teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð. Um vit hava havt tørv á broytingum, ja so hava vit bara tikið tað upp við MEST”, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka MEST fyri væl leidda verkætlan.

Á samkomu umborð á tvíkiljuni vóru nógv fólk savnaði til hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á MEST og undirveitarar fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við 2 stórum MELCAL kranum ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum,  einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur.  Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing