Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ferðamaður í egnum landi í dag - Á heimabeiti mínum á Sandi | Mynd: Dávur Winther

Á Sandi er ikki so galið í einum lagnum!

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  23.03.2024 - 23:42 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Havi verið ferðamaður í egnum landi í dag - Á heimabeiti mínum á Sandi.

Vitjaði Miðstovu-bóndan og sá akur hansara, har hann enn stendur við hópin av avgrøði frá í fjør. Tey tóku upp røtur, sum eru rættiliga nógvar av enn og snøggaðu purrir til sølu.

Síðsta vikuskiftið hevði hann boðið fólki at koma at taka upp til egna nýtslu, móti einum minni gjaldi. Hesum tilboði høvdu rættiliga nógv tikið av, og fingu tey enntá kaffi og køkur afturvið.

Síðani lá leiðin til eystanbygdirnar og suður til Dals. Stuttligt var at síggja, hvussu leivdirnar av Dals-tunnlinum vóru komnar til gagns við at breiðka og beinka vegin bæði til Húsavíkar og Skálavíkar. Eisini eru ymsar steinsetingar og byggibúningar gjørdar av ymsum slag - fleiri staðir í oynni. Jú, her vóru nógvar hentar ábøtur og dagføringar gjørdar.

Men mest og best av øllum má Sandoyartunnilin sigast at vera sum ein skilagóða íløga í oynna og Føroyar allar.
Tú kemur so ómakaleyst suður, og nýtist ikki at óttast fyri, nær tú skal fara norður aftur - fyri ikki at skulu bíða í eini langari bilrøð til bátin. Tú snarar bert til høgru miðskeiðis inni í Traðardali - 20 min seinni ert tú í Havn!

So mikið stuttligari er tað eisini, at verkfrøðingarnir og hagtalsfólkini enn einaferð hava roknað forkert - Nýtslan í láárstíðini, sum má sigast at vera fram til nú, er tað tvífalda av tí metta! Hvussu mikið meir man so nýtslan í summar fara at verða?

Jú, ikki eiti á gott og hugaligt!

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing