Lýsing
Lýsing
Lýsing

Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2024 - 18:21 Mentan Tíðindaskriv

Týskvøldið 26. mars kl. 17, verður Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892 løgd fram í Finsen. Hetta er síðsta bókin í hesi verkætlan við 6000 síðum. Suðurstreymoy 1852-1892 er 430 síður. 

 
Tann sum hevur gjørt tað bragd at gjørt hetta verk atkomuligt er Johan Guttorm Mikkelsen, sum fyri nøkrum árum síðani fór í holt við at skriva av allar tær varðveittu kirkjubøkurnar. Hetta var honum til dagdvølju, men so kom samstarv í lag millum hann og bókmentafelagið Varðan, sum var hugað at geva Føroya fólki møguleika fyri at síggja sína slekt nú mentanarrritið Varðin fylti hundrað ár.
 
Fyri fýra árum síðani, 7. juli 2020, komu tey fyrstu tvey bindini, og tey vóru um Eysturoynna. Orsøkin til at støðgað verður við 1892 er, at tá komu nýggjar bøkur. Nú Suðurstreymoyar kirkjubók 1852-1892, sum er níggjunda bókin í røðini, er løgd fram ber til at finna skyldfólk um allar Føroyar og tað fer at bera til at skriva bygdarsøgur á haldgóðum grundarlagi.
 
Bókmentafelagið Varðin skal takka øllum teimum, sum hava hjálpt okkum við hesi verkætlan. Tey sum hava sum stuðlað verkætlanini fíggarliga eru: Bakkafrost, Articon, Christian í Grótinum, Norðoya Sparikassi, Framherji, Grunnurin til minnis um Zacharias Niclasen, Hiddenfjord, Næraberg, Varðin - Gøtu, Hildigunn og Mortan Johannesen, PRG-Fiskavirkið í Gøtu, Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna, Hovs kommuna, Húsavíkar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Runavíkar kommuna, Skálavíkar kommuna, Skopunar kommuna, Sunda kommuna, Sørvágs kommuna, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna, Vágs kommuna
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing