Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mýlingur – fyrsta skipið hjá Skipafelagnum – á redini í Havn. | Mynd: Tjóðsavnið

Mýlingur hjá Skipafelagnum

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  03.04.2024 - 16:49 Tíðindi Vinna

Skipafelagið Føroyar – stovnað í 1919 – fekk ikki góða byrjan. Svenska skipasmiðjan, ið smíða skuldi teimum farmaskip við plássi fyri nøkrum ferðafólkum, fór á húsagang, tá ið skipið stóð hálvliðugt, og allur inngoldin peningur var mistur.

 

 

Í 1921 eydnaðist at keypa farmaskipið Petchora, sum var smíðað í 1901 í Danzig, var 656 tons og hevði 310 hesta guvumaskinu. Bretska admiralitetið hevði tikið skipið sum krígsfæ, og nú føroyingar keyptu tað, lá tað í Hull klárt at sigla eftir fáum vikum.

Mýlingur, sum navnið hereftir var, sigldi mest millum Keypmannahavnar, Leith og Føroya. Men Sleipner hjá DFDS sigldi somu rutu, og tá ið Mýlingur sigldi seinni og brúkti meiri tíð í Havn enn danski kappingarneytin, stóð skipið seg ikki í kappingini og varð lagt. Í 1926 var Mýlingur seldur av landinum – til Genova í Italia.

Hóast tunga byrjan, mistu menn ongantíð mótið, og tá ið teir í 1925 keyptu fyrsta Tjaldrið (áður St. Thomas hjá ØK), fór at gangast teimum væl.

Tá ið Andreas J. Ziska formaður Skipafelagsins umborð á Tjaldrinum til Keypmannahavnar varð biðin at skriva nøkur orð í ferðabókina, skrivaði hann við øllum farnum trupulleikum í huga hesi orðini:   

 

Góður andi innanborða

Fylgi skipi og verki.

Óhapp lat ei tykkum forða

Undir Føroya merki.”

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sí valfundin her
Hava tit sæð plakatir­nar hjá mær?
Bústaðarneyðin krevur handling – ikki ba…
Meira stýr á skermnýtslu
Gransking av rørslu gevur haldføri
Tilflytara­politikkur
Veðrið í vikuni
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…