Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast saman við venjaranum Jonas Mikkelsen tey bæði pørini úr KBF, sum vóru við i hálvfinalunum hjá kvinnum í tvímansleiki: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen. Í fjør vunnu stórasystrarnar á lítlusystrunum í finaluni, men í ár skulu tær eldru spæla ímóti Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF.

Finalistarnir í tvímansleiki funnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.04.2024 - 07:57 Ítrottur Tíðindi

Hjá kvinnunum fáa føroyameistararnir úr KBF, Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen, møguleika at endurvinna meistarheiti, tá tær í tøttum tvey-settara 21-19, 21-18 vunnu hálvfinaluna ímóti Birnu Jacobsen og Miriam í Grótinum úr HBF. Í hini hálvfinaluni eydnaðist tað tvíburðasystrunum Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF at vinna 21-12, 21-17 á Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen úr KBF. Sostatt bresta Havnin og Klaksvíkin saman í ársins FM finalu í tvímansleiki hjá kvinnum leygardagin.

Hjá monnunum verða tað Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF), sum skulu spæla finalu ímóti Magnus Dal-Christiansen og Rúna Øster úr HBF. Jónas og Árant spældu seg í finaluna við at vinna 21-19, 21-18 á Leika Dal-Christiansen og Christian Berg Pedersen úr HBF. I hini hálvfinaluni taptu Fai Yin Wong og Jafet Rasmussen, ið var kosin ársins stjørnuskot í fjør, ímóti Magnus og Rúna í tveimum settum 21-15, 21-14.

Fríggjadagin skulu síðstu finalistarnir finnast, tá innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 16:30. Finalurnar byrja leygardagin klokkan 10, har KVF vísir beinleiðis sjónvarp frá finalunum í einmansleiki seinnapartin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing