Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Skála ÍF

Taka avgerð í morgin á Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.04.2024 - 12:39 Ítrottur Tíðindi

Veðurforsøgnin er vánalig fyri leygardagin. Kappingarnevndin hevur valt at bíða við at taka avgerð til leygardagin, um dysturin skal útsetast.

Sagt verður frá nógvum vindi og nógvum regni/kava leygardagin kl. 17.00, tá Skála-KÍ skulu spæla eftir ætlan eins og Norðlýsið skrivaði í gjár.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur nú kunnað feløgini um, at avgerð verður tikin í morgin kl. 13.00, um dysturin skal spælast sum eftir ætlan.

Óansæð um valt verður at spæla, so liggur avgerðin altíð í síðsta enda hjá dómaranum, um tað er spælandi ella ikki. FSF hevur meldað út áður, at man skal heldur avlýsa ein dyst ov nógv heldur enn ein ov lítið. Síðstu árini hava vit sæð dystir spældar, har tað als ikki hevur verið spælandi. Eitt dømi var dysturin millum B68-Víking á Svangaskarði í fjør.

Verður dysturin útsettur er mest upplagt, at hann verður mánakvøldið ella týskvøldið, tá veðrið sær munandi betri út. Skála og KÍ skulu ikki í dyst aftur fyrr enn sunnudagin, so hvílutíð verður ikki nakar trupulleiki, um spælt verður áðrenn mikudagin.

Dómari á Skála verður Kári á Høvdanum. Norðlýsið kunnar um støðuna leygardagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing