Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jákup skrivar undir sáttmála við Kí!

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  14.04.2024 - 07:35 Ítrottur Tíðindi

Lokalur U21 landsliðsleikari heldur fram í KÍ til 2026!

KÍ hevur kunngjørt ein nýggjan sáttmála við 20-ára gamla miðverjan Jákup Norðoy Vilhelmsen.

KÍ skrivar soleiðis á teirra heimasíðu:

“Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørja ferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ein framúr góðan vinstra fót, sum kemur væl við í verjuni.

- Sum felag eru vit stolt av okkara talentum, og síðstu árini hevur felagið arbeitt miðvíst við menningini av yngru leikarunum. Jákup Norðoy Vilhelmsen er eitt av úrslitunum av hesi satsingini. Vit fegnast um, at hann við stuðli frá sínum nærmastu heldur fram á leiðini. Við 2 ára sáttmála, harðari og miðvísari venjing vænta vit, at Jákup í framtíðini verður ein av berandi lyklaleikarunum á besta mansliðnum.

Hetta sigur høvuðsvenjarin, Haakon Lunov, um Jákup, sum hevur roynt seg á øllum yngru landsliðunum.

KÍ takkar Jákup fyri álitið og ynskir honum bjarta framtíð í felagnum.”

Vit á Norðlýsinum ynskja Jákupi tillukku við nýggja sáttmálanum.

Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
niStraight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing