Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-Víkingur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.05.2024 - 07:39 Ítrottur Tíðindi

Í dag verður avgeandi dystur fyri toppstríðið hjá KÍ leiktur, tá oddaliðið Víkingur vitjar.

Víkingur hevur vunnið allar landskappingardystirnar síðani tvey umfør áðrenn summarsteðgin í 2023. KÍ hevur tapt allar dystirnar móti topp 4 frá 2023 í ár, og tí eru seks stig á muni millum liðini. Tað ger, at trýst er á KÍ til hendan dystin, tí tapur KÍ, so er liðið fyribils úti av FM-stríðnum.

Hjá KÍ eru fýra leikarar langtíðarskaddir, og so er ivamál um Patrick Da Silva, Deni Pavlovic og Mads Bo Mikkelsen. Hjá Víkingi hava Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson, Ari Olsen og Ingi Jonhardsson verið skaddir síðstu dystirnar og seinasta landskappingardyst blivu Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar útskiftir í hálvleikinum. Helst verða onkrir av hesum við.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.

Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…