Lýsing
Lýsing
Lýsing
Trý smílandi forfólk í politisku samgonguflokkunum forsegla við lógvataki eina avtalu um at geva útvaldum bólkum lønarlyft. Arbeiðarafeløgini taldust ikki millum tey útvaldu

Samgongan samsek í verkfalli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2024 - 10:46 Leiðarin Politikkur Vinna

Sitandi samgonga hevur meira enn nøkur onnur blandað seg í arbeiðsmarknaðarviðurskifti, og tað hevur skapt split. Her verður ikki bert hugsað um, at tey herfyri lóggóvu fólk í annars lógliga fráboðaðum verkfalli aftur til arbeiðis, men ikki minst um, at samgongan fór inn og valdi nakrar bólkar út at geva lønarlyft. Ongin bólkur á privata arbeiðsmarknaðinum var millum tey útvaldu, og nú eru tey í arbeiðarafeløgunum langt afturúrsigld, tá tað kemur til keypiorku.

 

 

Tann føroyski arbeiðarin er vorðin alt meira afturúrsigldur, tá tað kemur til keypiorku. Aðrir starvsbólkar vísa honum bakhjólini, og hesa ferð er tað ikki bara tí at tey hava samrátt seg til tað. Nei, tí man er farin politiskt inn at favorisera útvaldar bólkar í almenna og kommunala geirunum. Arbeiðarafeløgini fingu sum vant onga vælvild frá politisku skipanini, og tí er gjógvin millum alment og privat breiðkað munandi vegna politiska uppíblanding.

Hyggja vit í lønartalvurnar, so var byrjanarlønin hjá einum heilsurøktara kr. 25.682,18 í sáttmálanum frá 2019, t.v.s. áðrenn lønarlyftið, og er nú kr. 30.048,38. Ein fastløntur arbeiðari undir Føroya Arbeiðarafelagi byrjar á 25.131,12. Tað er tí týðiligt at síggja, at gjógvin millum privat lønt og alment lønt er vaksin munandi, og hetta í eini tíð, har prísirnir bara vaksa og tað skjótt.

Útveljingin hjá samgonguni var ein hissini-útveljing, t.v.s. at ikki allir bólkar í somu støðu vórðu útvaldir. Eitt nú vórðu sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki valdir út og eiheldur láglønt í teimum 5 arbeiðarafeløgunum. Tí síggja vit eisini, at tey ikki-útvaldu fakfeløgini (uttan eitt) nú fara í verkfall fyri at minka aftur um gjónna, ið samgongan skapti.

Samgongan er eisini so ósmæðin at geva sær sjálvari stórar lønarhækkingar. Seinast í januar undirskrivaði Ruth Vang ein sáttmála, sum gav landsstýrisfólkum millum 5.500 og 11.000 í mánaðarligari lønarhækkan. Í kortunum lá eisini ein lønarhækkan upp á 7.000 kr. um mánaðin til løgtingsfólk, men her hevur formansskapurin gamaní skotið upp ikki at fylgja tí tilmælinum, skal sigast. Rætt skal vera rætt.

Og kanska tað løgnasta er, at hetta hendir undir eini vinstrasamgongu. Vit eru vitni til, at undir sitandi samgongu og við minst 15 “reyðum” løgtingslimum og 7 “reyðum” landsstýrisfólkum verður gjógvin niður til arbeiðaran – sum annars var kjarnuveljari hjá somu flokkum – breiðkað. Tey alment løntu fara við størri ferð avstað uppeftir, tey kommunalt løntu í umsorganarfakunum eisini, og politikarar sjálvir fara við rakettferð upp. Eftir allarniðast stendur arbeiðarin.

Búskaparliga er tað heldur ikki heilt ófarligt, sum samgongan ger. Við politiskt at hækka summar lønir, so tær vaksa skjótari í mun til marknaðarmekanismurnar, fáa vit inflatión. Keypiorkan hjá summum økist, og tá vaksa prísirnir, og kappingarførið versnar. Tey, hvørs lønir ikki hækka politiskt, fáa ráð til minni, tí vørukostnaðurin økist skjótari enn teirra lønir.  

Tí er onki at siga til, at veljarakanningarnar geva samgonguni ein frammaná. Serliga Javnaðarflokkurin missir, og lítil ivi kann vera um, at tað eru arbeiðararnir (og sannlíkt eisini sjúkrarøktarfrøðingarnir), sum venda honum bakið.

Og tí eru útlit fyri einum drúgvum verkfalli. Arbeiðarafeløgini hava vegna politiska uppíblanding fingið nógv meira at innheinta í hesum valskeiðnum, skulu tey varðveita somu keypiorku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av