Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismanningin í Framsókn hevur nógv álvarsamt at tosa um, nú bæði eru sett upp á pláss av ávikavist løgmanni og 2/3 av egnari tingmanning | Mynd: dagur.fo

(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.05.2024 - 11:38 Leiðarin Politikkur

Serliga Framsókn tekur seg illa út eftir ósigrarnar í gjár og fyrradagin. Vantandi politiskt tev og tey kendu ikki sína vitjanartíð. Flokkurin hevur borið seg klossut at í fleiri málum, og tað merkist dekan ov væl, at flokkurin hvørki er vanur ella tryggur við at vera í stjórn.

 

 

Søgan um óhepnu málini hjá Framsókn ganga aftur líka til dagin eftir, at samgongan varð skipað 22. desember. Tollaksmessudag fekk Bjarni Kárason ein lyftan peikifingur frá Bárði Larsen, lektara í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum um, at málið um at sammøður kunnu geva sínum børnum eftirnavnið hjá ikki-føðandi sammóðrini, átti at fara ígjøgnum Løgtingið og ikki bara átti at verið gjørt við lógartulking av landsstýrismanninum einsamøllum.

Í gjár hevði Bjarni Kárason Petersen aftur gjørt rokning uttan vert. Hesaferð fór hann gamaní í Løgtingið við einum uppskoti, men uttan fyrst at hava loddað dýpið har. Hann visti tí ikki, hvørjar hugsanir tingfólk høvdu um málið og hevði harvið onga trygd fyri, at tað varð samtykt. Og tað bleiv tað heldur ikki. Ikki eingong í egnum flokki hevði hann tryggjað sær undirtøku.

Sama málið gjørdi eisini, at Ruth Vang gjørdi ein vánaligan figur. Tíðindafundurin hjá Bjarna K. Petersen var fyriskipaður uttan hennara vitandi, og sostatt vistu fjølmiðlarnir tað áðrenn forkvinnan í Framsókn, hvat landsstýrismaðurin hjá Framsókn var í ferð við. Tá stóð hon eftir sum ein veikur leiðari av sínum flokki.

Í málinum um vakmyndatól sær tað ikki mætari út, enn at Sambandsflokkurin saman við tingfólkum í samgonguni fer at ”by-passa” Bjarna K. Petersen. Ikki færri enn 4 samgongutingfólk eru við í álitinum um at heimila at seta vakmyndatól upp, hóast Bjarni er ímóti. Her kann landsstýrismaðurin aftur sígja sín autoritet undirgrivnan av egnari samgongu, og um hann ikki longu hevur mist andlit, so er tað heilt burtur tá. 

Ruth Vang framstóð eisini sum ein enn veikari leiðari, tá løgmaður fyrr í hesi vikuni gav henni harraboð um, at Fíggjarmálaráðið, har Ruth Vang situr á ovastu rók, ikki skuldi fara í fasta gerðarrættin við arbeiðarafeløgunum. Hetta góðtók hon tigandi, og útmeldingin, sum átti at ligið á henni, kom tí at liggja á stjóranum á Lønardeildini, sum tí var tann, sum fráboðaði miðlunum og almenninginum, at Fíggjarmálaráðið ikki royndu málið í gerðarrættinum, og at orsøkin var politisk.  

Eisini summi av tingfólkunum hjá Framsókn hava borið seg óstortliga at. Hanna Jensen fór í summarferiu sum tingfólk og fekk tí fulla løn í feriuni. Tá ferian so varð av, boðaði hon frá á ólavsøku, at hon fór í farloyvi. Árni M. Dam kom inn, men sat bert ein krákumánað, so vildi Hanna Jensen aftur á ting, nakað sum noyddi Barna- og Útbúgvingarmálaráðið at seta átøk í verk so at politikarar ikki bara kundu koma í og fara úr sínum borgarliga almenna starvi, sum teimum lysti. Árni M. Dam mátti tí aftur víkja sætið, og tað er heldur ikki fair yvirfyri honum, at kann missa starvið hvørja løtu, tí tingfólkið kemur og fer, sum tað passar tí.  

Ein knappan mánað seinni aftur var Karlot Hergeirsson so eisini úti í oktober 2023 og hótti við misálitisuppskoti á Dennis Holm vegna nýggja príspolitikkin hjá Landsstýrinum. Men tað vardi ikki leingi, so segði hann seg hava broytt meining, og onki misálitisuppskot kom.

Gamaní er onkur í Framsókn óskrivað blað á tingi og skal sjálvandi hava eina løtu at koma inn í tingini, men tað er bert galdandi fyri ein teirra. Hini eru meira garvað og eiga at vegleiða tey nýggju. Men tað kunnu tey bara, um tey sjálvi vita betur ...

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður